Javnaðarflokkurin fingið nýggjan næstformann

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, er núvaldur til 1. næstformann í Javnaðarflokkinum, og tað verður hann í hvussu so er fram til landsfundin, sum verður í vár.

Helena Dam á Neystabø var í formansskapinum í Javnaðarflokkinum, men nú er hon ikki á Tingi longur, so hon er farin úr formansskapinum, men nú er avloysarin so funnin.

Í formansskapinum sita formaður floksins umframt ein 1. næstformaður úr tingbólkinum og ein 2. næstformaður, sum ikki er partur av tingbólkinum.

Flokkurin hevur harafturat samtykt, at bæði kyn skulu vera umboðað í formansskapinum.

Í formansskapinum í Javnaðarflokkinum eru nú Aksel V. Johannesen, formaður, Djóni Nolsøe Joensen, 1. næstformaður og Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, 2. næstforkvinna.