Javnaðarflokkurin: Sjey stilla upp til Klaksvíkar býráð

Listin hjá Norðoya Javnaðarfelag til býráðsvalið í Klaksvík er nú klárur.

Tey sjey, sum stilla upp á lista C til býráðsvalið 10. november 2020, eru:

1.     Terja Ósá

2.     Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen

3.     Paul Kjartan Matras,

4.     Tummas Lervig

5.     Gunnvá Tróndardóttir Joensen

6.     Súni Anthoniussen

7.     Jákup F N Mikkelsen.

Javnaðarflokkurin hevur sitið í samgongu við Sjálvstýri seinasta valskeið. Sjálvstýrisflokkurin hevur fýra umboð í Klaksvíkar býráð og Javnaðarflokkurin tvey. 11 fólk sita í Klaksvíkar býráð, har Fólkaflokkurin eisini hevur fýra umboð og Tjóðveldi eitt umboð.