Javni hevur 49 ára stovningardag

Tað var Karin Kjølbro, ið tók stig til landsfelagið, sum varð stovnað 14. mai 1971

Tað var 14. mai 1971, at felagið Javni varð stovnað. Felagið skrivar soleiðis:

Í dag, 14. mai fyri 49 árum síðan, varð landsfelag sett á stovn, ið seinni fekk navnið Javni. Tað var Karin Joensen (nú Kjølbro), ið tók stig til at bjóða avvarandi at "andaliga ófullførum" til fund í Losjuni í Havn. Felagið varð stovnað við tí endamáli, at eingin føroyingur skuldi noyðast av landinum at búgva, av tí at hann ella hon bar brek, og øll tey, sum vóru send av landinum av somu orsøk skuldu sleppa heim aftur, ynsktu tey tað. Stígur var komin í ætlanina at byggja heim til menningartarnaði folk í Føroyum, og útlitini vóru long til at nakað fór at henda á hesum økinum. Hetta vildu avvarandi ikki finna seg í. Eini 70 fólk møttu á fundinum, og semja varð um at stovna felagið beinanvegin, og at fara til verka.

Tíðirnar broytast, og sera nógv er broytt til tað betra fyri fólk við menningartarni í Føroyum hesi seinastu 49 árini. Ikki minst tí foreldur og avvarandi hava lagt stóra orku í at fremja broytingarnar. Men, vit síggja eisini, at tað er neyðugt áhaldandi at arbeiða fyri korunum hjá teimum samfelagsborgarum, ið ikki sjálvir hava so lætt við at verða hoyrdir.     

Myndin vísir fyrstu nevndina í Javna. Frá vinstru Rókur Dalsgaard, Tórshavn, Hans Thomsen, Tórshavn, Helena Samuelsen, Hoyvík (forkvinna), Sigmund Frederiksen, Miðvági og Maria Oknadal, Skopun. Tiltakslimirnir eru ikki við á myndini, men tey vóru Gunnleif Johansen, Tórshavn og Eva Thomsen, Tórshavn.