Javnstøða: mannfólk við skerdan lut

Øll parametur vísa, at menn duga verri at lurta eftir heilsuráðum enn kvinnur, og avleiðingin fevnir breiðari enn kropsligar sjúkur

Øll parametur vísa, at menn duga verri at lurta eftir heilsuráðum enn kvinnur, og avleiðingin fevnir breiðari enn kropsligar sjúkur. Hetta má ikki fara framvið, tí talan er um javnstøðumál, heldur Magni Mohr, formaðurin í Fólkaheilsuráðnum. 

Mannfólk eru ikki bert fyri vanbýti, tá talan er um vanligastu kropsligu sjúkurnar, so sum krabbamein, hjarta- og æðrasjúkur og diabetis. Teir eru eisini grundleggjandi fyri vanbýti heilt frá barnaárum, og talan er um virðisgrundarlagið í samfelagnum, samleika og fólkaræði.

Hesum tekur Lív Patursson, samskipari í javnstøðumálum, undir við, og hon greiðir frá, at trupulleikin er tann, at vit hava sera stirvnar rammur og væntanir til bæði menn og kvinnur í føroyska samfelagnum. 

Les meir um ójavnan millum kynini á heilsuøkinum í dagsins Sosiali, sum er í sølubúðunum nú – og sum fæst í talgildari útgávu á www.sos.fo