Skulu lønast eftir føroyskum sáttmála

Løgtingið skal nú taka støðu til, um fiskimenn, sum fiska í føroyskum sjóøki, altíð skulu verða løtnir eftir føroyskum sáttmála.

 

 

Løgtingið skal nú taka støðu til, um fiskimenn, sum fiska í føroyskum sjóøki, altíð skulu verða løtnir eftir føroyskum sáttmála.

 

Tað er Aksel V. Johanesen, formaður Javnaðarfloksins, sum hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

 

– Endamálið við hesum lógaruppskoti er at tryggja, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkinum til uppskotið.

 

Hann vísri á, at seinastu árini hava fleiri og fleiri skip valt at mynstra við bíligari útlendskari manning, sum ikki er lønt eftir sáttmálunum hjá manningarfeløgunum. Sambært galdandi lóggávu ber hetta til, so leingi skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar og ikki regluliga koma í føroyska havn.

 

Javnaðarflokkurin legði sama uppskot fyri Løgtingið bæði á vári 2012 og á vári 2013.

 

– Uppskotini fullu báðar ferðir, og varð tá ført fram av bæði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og samgongumeirilutanum í Vinnunevndini, at tað var óheppið, at Løgtingið skuldi áseta lønarviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum við lóg. Hetta er á ongan hátt rætt. Verður lógaruppskotið samtykt av Løgtinginum, hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum framhaldandi fult frælsi til at samráðast og gera tær avtalur um lønarviðurskiftir, sum partarnir semjast um. Broytingin verður einans tann, at sáttmálarnir millum manningarfeløgini og arbeiðsgevararnar skulu virðast og haldast soleiðis, at tað ikki frameftir verður møguleiki at fáa fremmanda arbeiðsmegi umborð á okkara fiskiskip fyri eina lægri løn enn ta, sáttmálarnir millum manningarfeløgini og arbeiðsgevararnar áseta, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann heldur, at tekin eru um, at hetta vindur upp á seg. Gongdin hevur skeiklandi avleiðingar fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, og verður einki gjørt beinanvegin, kunnu vit vænta, at frameftir verða færri og færri fiskiskip við føroyskari manning, lønt eftir føroyskum sáttmálum.

 

– Hetta vil Javnaðarflokkurin broyta við at broyta treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi, sigur hann.

 

Lógaruppskotið knýtir saman fiskiloyvi og føroyskar sáttmálar soleiðis, at frameftir verður tað ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini. Verður sáttmálin ikki hildin, so verður reiðarin revsaður við bót, og er talan um afturvendandi brot ella serliga grov brot, verður heimilað landsstýrismanninum at taka fiskiloyvi aftur frá við komandi skipi.