Jenis av Rana ásannar at hann hevur ikki seinasta orðið

Spurningurin um sendistovu í Ísrael skal góðtakast fleiri staðni, áðrenn tað kann verða veruleiki

 

 

Stóð tað til mín einsamallan, er eingin ivi um, at ein framtíðar føroysk sendistova í Ísrael, verður í Jerusalem.

Tað gjørdi Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, greitt í Løgtinginum í morgun.

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, vildi hava at vita um hann stendur við ætlanina at seta eina føroyska sendistovu á stovn í Jerusalem.

Men Jenis av Rana ásannar samstundis, at hann ikki hevur seinasta orðið í hesum máli, tí hetta er ein spurningur, sum Landsstýrið skal viðgerast, og tann viðgerðin hevur ikki verið enn.

Tí skal málið skal viðgerast í landsstýrinum, og samstundis er tað ein treyt, at Løgtingið játta pengar til endamálið.

Og hann sigur, at er talan um sendistovu, skal danska stjórnin eisini góðkenna ætlanina.

Men hann endurtekur, at hann stendur fast við at vit fáa eina sendistovu í Ísrael. Hann sigur, at ein føroysk sendistova í Ísrael fer at kosta einar fýra milliónir krónur.

Jenis av Rana sigur, at Israel er einasta fólkaræðið í Miðeystri, og tað eiga vit at vísa okkara stuðul til.

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at samgongan hevur als ikki viðgjørt spurningin um sendistovu í Ísrael. Men hann ivast heldur ikki í, at Jenis av Rana sjálvandi fer at halda seg til eina semju í landsstýrinum.

Og í einum máli, sum hesum, hevur tað stóran týdning at vit eisini brúka vit og skil, segði Jákup Mikkelsen.

Tinglimir í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum átala, at Jenis av Rana brúkar sín landsstýrissess til at føra seg sjálvan, og Miðflokkin fram í Føroyum.

Tað líkist ongum at brúka landsstýrissessin til at føra seg sjálvan fram, halda tey.

Tey vilja eisini hava hann at leggja málið fyri Uttanlandsnevndina, áðrenn støða verður tikin til tað.

– Tá ið málið er búgvið at leggja fyri Uttanlandsnevndina, verður tað gjørt, sigur landsstýrismaðurin.

Men enn er málið ongan veg komið, leggur hann afturat.

Annas minti Bill Justinussen á, at fyri tveimum árum síðani kunngjørdi Fólkaflokkrin ein yvirlýsing, har tey boðau við alment frá, at tey »fegnast um og taka undir við, at  Jerusalem verður viðurkendur sum høvuðsstaður Ísraels.« sum tikið varð til

Tí ivaðist hann ikki í, at Fólkaflokkurin tekur undir við, at vit fáa eina sendistovu í Jerusalem og viðurkenna, at hann er høvuðstaður í Ísrael.