Jenis bluffar IKKI um Jerusalem

Á tíðindafundinum, har samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september, boðaði samgongan alment frá, at føroysk sendistova verður sett á stovn í Jerusalem.

Tí kann tað ikki koma dátt við hjá Bárði Nielsen, løgmanni, Johan Dahl, løgtingsmanni, og Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, at Jenis av Rana í donskum miðlum boðar frá, at  samgongan hevur avgjørt at seta á stovn føroyska sendistovu í Jerusalem.

Tað vóru tríggir fegnir floksformenn, sum 14. september 2019 skrivaðu undir samgonguskjalið á tíðindafundi í Løgtinginum. Hvør í sínum lag greiddu teir tríggir floksformenninir fjølmiðlafólki frá innihaldinum í samgonguskjalinum og svaraðu spurningum.

##med2##

Tað skapti forvitni hjá tíðindafólki, at tað stóð í samgonguskjalinum, at Føroyar av øllum londum skuldu seta á stovn sendistovu í Ísrael. Tí setti Sólvit Nólsø úr Kringvarpinum á tíðindafundinum spurningin, hvar hendan sendistovan skuldi vera: Í Tel Aviv ella í Jerusalem. Enn eru tað bara Donald Trump úr USA og so Guatemala, sum eru farin ímóti heimssamfelagnum, og hava flutt sínar sendistovur úr Tel Aviv til Jerusalem og harvið hava góðkent Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael.

Tí hevði tað áhuga at vita, um Føroyar gera sum Donald Trump ella sum heimssamfelagið annars, og staðseta sína ætlaðu sendistovu í Tel Aviv.

Løgmaður helt á tíðindafundinum, at hesum spurningi skuldi Jenis av Rana svara. Og tað gjørdi hann vegna nýggju samgonguna:

»Í samgonguskjalinum stendur, at vit skulu hava eina sendistovu í ísrael, og tað verður eitt av tí fyrsta, sum vit fara at arbeiða við«, segði Jenis av Rana.

Spurdur hvat danir siga til tað, svaraði Jenis av Rana:

»Ísrael er eitt framkomið land. Innan tøkni til dømis. Mín dreymur er sum lækni at vit fara at útveksla læknar millum lond. Fingið nakrar garvaðar framstandandi læknar úr Ísrael at komið til Føroyar og umvent. Kanska onkur medisinalfyritøka hevði havt hug at komið til Føroyar at opnað eina fabrikk«.

Spurdur beinleiðis, um sendistovan skal vera í Tel Aviv ella í Jerusalem, svarar Jenis av Rana:

»Ja tað stendur Ísrael, men verður tað gjørt, so verður tað í Jersusalem, sjálvandi!«

Spurdur um hann helt, at danir fóru at góðtaka tað, svaraði hann:

»Hví skuldu teir blandað seg upp í tað? Latið okkum síggja«.

Og so fór løgmaður víðari til næsta spurning – uttan at vísa tí aftur ella rætta tað, sum Jenis av Rana hevði sagt.

So tá sambandsmenn siga, at tað ikki hevur verið upp á tal, at føroysk sendistova skal setast á stovn í Jerusalem, so er tað ikki rætt. Samgongan hevur greitt og týðuliga fráboðað, at verður føroysk sendistova sett á stovn í Ísreal, so verður tað í Jerusalem.

Útfrá tíðindafundinum 14. september kann staðfestast, at tað sum Jenis av Rana hevur ført fram í samrøðu við Politiken er fult í tráð við tað, sum varð borið fram á tíðindafundinum, tá teir tríggir floksformenninir skrivaðu undir samgoguskjalið – at almenni politikkur Føroya er, at ein føroysk sendistova skal staðsetast í Jerusalem.

Tíðindafundurin kann síggjast í fullari longd á heimasíðuni hjá Kringvapinum VIÐ AT TRÝSTA HER

 

 

Trýst á pílin á myndini og hoyr Jenis av Rana á tíðindafundi 14. september greiða frá, at politikkurin hjá samgonguni er, at føroysk sendistova í Ísrael skal staðsetast í Jerusalem