Jenis vil hava at vita um viðgerðartrygd

Løgtingsmaðurin Jenis av Rana hevur sent Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52 a fyrispurning um viðgerðartrygd.

Hann vísir á, at løgtingið 23. august í fjør við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti soljóðandi broytingaruppskot um viðgerðartrygd:

“Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og útgreina, hvussu ein skipan í sjúkrahúsverkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar kann setast í verk, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru, og hvørjar fortreytir skulu vera fylgdar til tess at røkka málinum og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.”

Nú vil løgtingsmaðurin hava at vita, hvat er hent í hesum máli, hvørjar útgreiningar og kanningar eru gjørdar, hvat vísa hesar og hvat líður við at útinna áheitan løgtingsins um hesa trygd føroysku sjúklinga til viðgerð?

Landsstýrisfólk hava tvær vikur at svara grein 52 a spurningum frá tingfólki.