Jesper Langberg er deyður

Danski sjónleikarin Jesper Langberg er deyður 78 ára gamal. Tað upplýsir dóttir hansara, Kristina Langberg, fyri Ritzau.

Sjónleikarin Jesper Langberg, sum er kendur úr leiklutinum sum Kristen Skjern í sjónvarpsrøðini »Matador«, er deyður (savnsmynd) - Foto: Erik Holmberg/Ritzau Scanpix

Sjónleikarin Jesper Langberg, sum er kendur úr leiklutinum sum Kristen Skjern í sjónvarpsrøðini »Matador«, er deyður (savnsmynd) - Foto: Erik Holmberg/Ritzau Scanpix

Danski sjónleikarin Jesper Langberg doyði í morgun eftir stutta sjúkralegu, 78 ára gamal.

Jesper Langberg doyði heima umgyru av sínum trimum fyrrverandi konum, sjónleikaranum Susanne Heinrich, sniðgevanum Hanne Mørup og sjónleikaranum Evu Jensen.

Tað er millum annað frá leiklutinum sum stjóri í Omegnsbankanum, Kirsten Skjern, í »Matador«, sum tann vónleysi kriminalassistenturin Mortesen í Olsen Banden og sum tann demensratki læknin Christian Sommer í dramarøðini hjá DR, at vit kenna Jesper Langberg.

Hann trein á pallin í 1965 í filmum sum  »Flådens fyre«, »Pigen og millionæren« og »Een pige og 39 sømænd«.

Jesper Langberg varð at kalla føddur inn í sjónleikaravinnuna. Hann er sonur sjónleikararnar Sigurd og Karna Langberg. Bróðir hansara var tann gitni sjónleikarin og leikstjórin Ebbe Langberg, sum doyði í 1989.

Jesper Langberg hevur fleiri ferðir verið heiðraður.

Í 1968 fekk hann ein Bodil fyri besta høvuðsleiklut í »Såden er vi alle«.

í 1993 fekk hann aftur ein Bodil. Ta ferðina fyri besta hjá leiklut í filmatiseringini av bókini »Det forømte forår«. Í 2014 fekk hann ein heiðurs-Bodil longu yrkisleið sína og virki fyri danskan film.

Í 2013 gavst tann eyðkendi reyðhærdi sjónleikarin í sjónleikarafakinum eftir 50 ára jubileumsframsýningina »Kærestebreve« á Folketeatret.

Sama ár gav hann út bókina »Ikke et sekund spildt«, har hann millum annað greiddi frá um upplivingar sínar og dreymir eins og stríðið við vónum eins og misnýtslu.

Jesper Langberg var giftur tríggjar ferðir og fekk trý børn.

 

/ritzau/

Sjónleikarin Jesper Langberg, sum er kendur úr leiklutinum sum Kristen Skjern í sjónvarpsrøðini »Matador«, er deyður (savnsmynd) - Foto: Erik Holmberg/Ritzau Scanpix