Jimmy Carter breyt mjødnina á veg á kalkunveiðu

Eftir væleydnaða skurðviðgerð harmast Jimmy Carter mest um, at kalkunveiðutíðin endar skjótt, sigur talskvinna hansara.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, hevur brotið mjødnina. Tað hendir mánadagin, tá hann datt í heimi sínum í Georgia, meðan hann var í ferð við at gera seg til reiðar at fara á kalkunveiðu. Tað upplýsir talskvinnan hjá 94 ára gamla Jimmy Carter.

Jimmy Carter hevur verið undir skurði og er við at koma fyri seg aftur. Kona hansra, Rosalynn, er hjá honum.

– Fyrrverandi forsetin sigur, at hann harmast mest um, at kalkunveiðutíðin endar í hesi vikuni, og at hann ikki hevur ikki veit so nógvar kalkunir, sum hann hevði ætlað sær. Hann vónar, at staturin fer at loyva honum at brúka kvotuna seinni, sigur talskvinnan Deanna Congileo.

Hann var lagdur undir skurð í gjár á sjúkrahúsinum Americus í Georgia nærindis heiminum í Plains.

Demokraturin Jimmy Carter var guvernørur í Georgia frá 1971 til 1975. Í 1976 varð hann valdur til 39. forseta í USA. Hann sat bert tað eina skeiðið, tí hann tapti valið ímóti Ronald Reagan í 1980.

Í august í 2015 segði Carter, at hann hevði fingið staðfest krabba í heilanum. Hann var frammanundan skurðviðgjørdur fyri krabba í livrini, men sjúkan hevði breitt seg.

Hann fekk stráluviðgerð og fekk eisini nýggjan heiligvág, og seinni vísti skanning, at krabbin var horvin.

Tá Jimmy Carter í august í 2015 avdúkaði, at hann hevði fingið krabba, segði hann, at hann tók tað róliga, líkimikið, hvat fór at henda.

– Eg havi havt eitt ómetaliga gott lív. Eg havi fleiri túsund vinir, og eg havi havt eina ævintýrliga og spennandi tilveru, segði hann.

Jimmy Carter hevur livað longri eftir at vera farin úr Hvítu Húsunum enn nakar annar fyrrverandi forseti í amerikonsku søguni.

Í 2002 fekk hann Friðarheiðursløn Nobles fyri humanitera arbeiði sítt.

Áðrenn Jimmy Carter fór upp í politikk, dyrkaði hann jørðnøtir.

 

/ritzau/AP