- Vit hava gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, og okkum dámar væl at arbeiða har. Men, vit hava ikki fingist við nakra verkætlan í Grønlandi, sum er í hesum klassanum, sigur stjórin í J&K Petersen.

J&K Petersen vilja byggja flogvøll í Grønlandi

Sum føroysk fyritøka verða J&K Petersen við í innbodnari lisitatión at byggja flogvøll í Qaqortoq í Grønlandi.

 

- Vit hava gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, og okkum dámar væl at arbeiða har. Men, vit hava ikki fingist við nakra verkætlan í Grønlandi, sum er í hesum klassanum, sigur stjórin í J&K Petersen.

 

Fyritøkan J&K Petersen trívist væl við stórum byggiverkætlanum, og tíðliga komandi summar verður stóra verkætlanin at útbyggja Tórshavnar Havn endaliga liðug. Fyrri partur av hesum arbeiði, sum eitt nú er eystursíðan av gamla mola í Havn, verður latið Tórshavnar Havn í seinnu hálvu av oktober í ár, og síðan verður alt arbeiðið avhendað hálvan mai næsta ár.

Hyggja vit nøkur fá ár aftur í tíðina, hevði J&K Petersen eisini útbyggingina av flogvøllinum í Vágum um hendi, eins og felagið seinni eisini stóð fyri stóra parkeringøkinum hjá Vága Floghavn. Tað var í desember í 2012, at J&K Petersen kundu avhenda ein longdan flogvøll til Vága Floghavn.

Saman við sínum fólki í stóru fyritøkuni er Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, ógvuliga spentur, um tað kanska fer at eydnast felagnum at sleppa til Grønlands at byggja flogvøll, tá summarið 2020 fer at nærkast, og útbyggingin av Tórshavnar havn er liðug.

J&K Petersen telist nevniliga millum fyritøkurnar, sum eru bodnar at bjóða upp á ein av trimum flogvallum í sonevnda flogvallapakkanum í Grønlandi. Talan er um triða vøllin í pakkanum, sum er flogvøllurin í Qaqortoq (Julianehåb), og hetta arbeiði skal eftir ætlan byrja í juni mánaði næsta ár.

Fyri nøkrum vikum síðan vóru umboð fyri J&K Petersen á ástaðarfundi í Grønlandi og hugdu eftir, hvussu umstøðurnar í Qaqortoq síggja út.

- Tað eru fimm byggifyritøkur, sum hava fingið høvi at bjóða upp á hesa stóru verkætlan. Talan er um tvær danskar fyritøkur, eina íslendska, eina kanadiska, eina hálendska – og síðan vit, J&K Petersen sum føroyskt felag.

Tað sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, sum vísir á, at hetta verður størsta verkætlan, ið J&K Petersen nakrantíð hevur bjóðað upp á. Hann sigur, at talan er um innbodna lisitatión, og at felagið hjá teimum nú eisini er undangóðkent til at bjóða.

- Sum partur av hesum er okkum álagt at stilla eina trygd á 15 prosent av verkætlanini, sum fer at kosta meira enn eina hálva miljard. So, tað er onkur, sum trýr upp á okkum, sigur stjórin í J&K Petersen brosandi.

Í fyritøkuni eru tey ógvuliga spent upp á henda møguleika, sum byggingin av flogvøllinum í Qaqortoq er, og tey vóna, at tað fer at eydnast felagnum at sleppa at byggja flogvøllin.

- Hetta hevði passað okkum væl í mun til verkætlanina við Tórshavnar Havn, sum verður liðug tíðliga komandi summar. Hetta merkir samstundis, at vit, tá byggiverkætlanin í Grønlandi skal byrja, hava øll amboðini tøk til verkætlanina, sigur Stein Olvur Petersen.

##med2##

Um vónirnar at fáa arbeiðið at byggja flogvøllin í Grønlandi, heldur Stein Olvur Petersen fyri, at J&K Petersen eru líka væl fyri at bjóða, sum aðrir, ið fara at bjóða upp á stóru verkætlanina.

- Vit eru einsamallir í løtuni, men fáa vit arbeiðið, skulu vit út at finna undirveitarar til onkrar uppgávur. Vit hugsa í hesum føri um smærri veitarar, sum vilja samstarva við okkum. Málið hjá okkum verður – um vit fáa arbeiðið - at brúka so nógva grønlendska arbeiðsmegi, sum tilber, sigur Stein Olvur Petersen.

J&K Petersen hevur í løtuni umleið 210 fólk á lønarlista. Av hesum eru einir 20 útlendingar, serliga póllendingar og rumenar, sum fleiri hava arbeitt leingi hjá felagnum.

- Vit hava áður gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, og okkum dámar væl at arbeiða har yviri. Men, vit hava ikki fingist við nakra verkætlan í Grønlandi, sum er í hesum klassanum, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.

- Vit hava gjørt ymisk arbeiði í Grønlandi, og okkum dámar væl at arbeiða har. Men, vit hava ikki fingist við nakra verkætlan í Grønlandi, sum er í hesum klassanum, sigur stjórin í J&K Petersen.

Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen.