J.K. Rowling letur 130 milliónir at granska sklerosu

Kvinnan, sum skrivarði Harry Potter-bøkurnar hevur latið eina stóra upphædd til miðstøð, sum hon sjálv var við til at lata upp.

Mamma J.K. Rowlings doyði av sklerosu, tá hon var 45 ára gomul

Mamma J.K. Rowlings doyði av sklerosu, tá hon var 45 ára gomul

Rithøvdundurin, J. K. Rowling, sum hevur skrivað gitnu Harry Potter-bøkurnar, hevur latið 15,3 millionir pund – slakrar 130 milliónir krónur – til sklerosugransking.

Tað skriva BBC og The Independent.

Pengarnir fara til til The Anne Rowling Regenerative Neurology Clinic í Edinburgh.

Miðstøðin er nevnd eftir mammu J. K. Rowling, sum doyði av multipel sklerosu, tá hon var 45 ára gomul. Miðstøðin lat upp í 2010, tá hon eisini fekk 10 milliónir pund frá bretska Harry Potter-høvundanum.

– Tá Anne Rowling Clinic varð stovnað, hevði eingin okkara ímyndað sær tey stóru framstig, sum vit hava nátt, sigur J. K. Rowling sambært BBC.

Síðsta veitingin frá henni skal nýtast til nýggjar hentleikar og gransking.

– Eg eri errin av, at miðstøðin bæði er framsøkin og hevur beinleiðis hjálp til fólk við multipel sklerosu – líka mikið á hvørjum støði tað er, sigur hon.

– Eg havi sjálv hoyrt, hvussu nógv hetta kann hjálpa, sigur hon.

Sklerosa er ein sjúka, sum brýtur niður partar av nervasellunum. Tað merkir, at nervarnar ikki kunnu samskifta reiðiliga, og tað merkist við fleiri ymsum sjúkueyðkennum, skrivar Sclerosefelagið.

J. K. Rowling hevur skrivað sera vælumtóktu bøkurnar um gandakallin Harry Potter. Søgan er vorðin til eitt milliardavirki, eitt nú við teimum átta filmunum um Harry Potter.

Sambært sonevnda Rich List hjá Sunday Times eigur J. K. Rowling ognir fyri umleið 750 milliónir pund sum svarar til 6,28 milliardir krónur. Tað skrivar BBC.

 

/ritzau/

Mamma J.K. Rowlings doyði av sklerosu, tá hon var 45 ára gomul