Jóan Pauli heiðraður í Íslandi

Íslendski forsetin handaði týskvøldið føroyska vísindamanninum riddarakrossin undir falkaordanum

Týskvøldið var Jóan Pauli Joensen, professari og fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya, á Bessastøðum.

Íslendski forsetin býr á Bessastøðum, og týskvøldið handaði forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, Jóan Paula Joensen riddarakrossin undir falkaordanum.

Jóan Pauli Joensen er fólkalívsfrøðingur. Hann man vera ein av føroysku vísindafólkunum, sum hevur givið mest út, og hann hevur granskað rættiliga víðfevnt.

Fyrsta evnið, sum Jóan Pauli granskaði og leiddi føroyingar inn í, var føroysk mentan og  sluppfiskiskapurin og umstøðurnar hjá fiskimonnum og familjum teirra. Størsta partin av tíðini vóru føroysku sluppirnar undir Íslandi.

Seinni hevur Jóan Pauli Joensen eitt nú granskað í grindadrápi, matmentan, byggisiðum og brúdleypssiðum.