Gera klárt til regattasigling

Ymiskt verður á skránni fríggjakvøldið, tá regattabátarnir eru komnir til Hósvíkar.

Marni E. Joensen situr á fyrsta skeiði sum formaður í Hósvíkar Róðrarfelag, men hann hevur verið í nevnd felagsins í nøkur ár, og var næstformaður í nevndini undan hesari.

 

- Vit eru fimm fólk í nevndini, og so eru tveir tiltakslimir. Elsti nevndarlimurin er beint omanfyri 30 ár, sigur formaðurin.

 

Vanligt er, at regattabátarnir loysa á Eiði seint seinnapartin fríggjadag - alt eftir, hvussu streymviðursiftini eru undir Brúnni við Streymin. Soleiðis verður eisini í ár.

 

Teir streymkønu siga, at kyrrindi eru um Brúnna klokkan 19 næsta fríggjakvøld, og tí verður mett, at hóskandi er at loysa á Eiði umleið klokkan 17.30 henda dagin.

 

- Tað verður soleiðis, at ein vaktarbátur fer at sigla fremstur suður yvir og fer at kanna eftir, um líkindi eru at sigla undir Brúnni, tá regatta’in er ávegis.

 

Hann sigur seg hava skilt, at tað verður fallandi norðurrák, tá loyst verður á Eiði, og tí skuldi hesin seinnaparturin passað væl til hesa sigling.

 

Regattasiglingin í Sundalagnum plagar vanliga at hava góða undirtøku millum bátasiglarar, og okkurt árið fóru heili 100 bátar um Brúnna.

 

- Vit hava fyrireikað okkum væl í Hósvík, og tí er at vóna, at vit henda dagin eisini fara at hava veðurgudarnar við okkum.

 

Marni E. Joensen vísir á, at best er, um tey, sum ætla sær at verða við í bátasiglingini, melda til í hampiligari tíð og tey, sum gera tað, fáa fyrsta rætt í bátahylinum í Hósvík, sum hann tekur til.

 

Tá bátastevnur eru, hevur verið vanligt at borðreiða við feskari suppu. Men í Hósvík plaga tey at borðreiða við høsnarungarætti, sum fólk eisini hava tikið væl ímóti.

 

- Í ár fara vit so eitt stig víðari við matinum. Vit hava fingið Ruben Busk, sum hevur verið hotel-kokkur á Hotel Hafnia, at gera eina lekra steik við ymiskum góðum afturvið.

 

Hann sigur, at tey eru spent eftir at vita, hvussu hetta fer at vera móttikið, men tey vænta og vóna, at afturmeldingarnar verða góðar.

 

Í Hósvík verður ymiskt á skránni fríggjakvøldið.

 

- Tá bátarnir hava lagt til bryggju, verður farið í bygdahúsið til døgurða, og eftir døgurðan verður live-tónleikur í Tónaneystinum við Hanusi G. Johansen, og her fara eisini Marni Kruse og Ester Kristiansen at syngja og spæla.

 

Marni sigur, at eftir hesar framførslur verður felagssangur, sum verður stýrdur av einum palli, og pallurin verður á einum lastbili.

 

- Um tað ikki viðrar, verður felagssangurin í staðin í Tónaneystinum. Her er ikki so ógvuliga nógv pláss, men um so verður, fara vit at royna at seta onkrar markisur upp, so fleiri rúmast undir “taki”.

 

Um midnáttarleitið fríggjakvøldið verður midnáttarrøða í Hósvík, og tað verður Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum fer at halda røðuna av pallinum. Eisini her er Tónaneystið alternativið, um veðrið kundi funnið upp á at spælt eitt puss.

 

- Fríggjakvøldið endar við dansi í bygdahúsinum, har Flemming & Vinmenn fara at spæla til dans til langt út á náttina. Teir eru umtóknir og spæla eitt sindur av hvørjum, soleiðis at her verður dansitónleikur bæði til tilkomna og yngra fólkið.