Joanita syngur á sínum móðurmáli

Hoyr sangin her

Joanita Zachariassen hevur nú givið staklagið Mpola Tonight út, sum er ein endurtulking av einum lagi, sum hon fyrr hevur givið út. Navnframi danski framleiðarin Chief 1 hevur framleitt lagið.

 

- Íblásturin til sangin kemur frá mátanum eg síggi lívið uppá, og hvussu sambondini millum menniskju og pør onkuntíð eru. Hetta er ein sangur við sera positivum vibe. Sangurin er á luganda, og eg elski at úttrykkja meg á mínum móðurmáli, sigur Joanita Zachariassen.

 

Nýtt videolag er eisini gjørt, og tað sæst her:

 

Joanita Zachariassen er upprunaliga úr Uganda, men flutti til Danmarkar sum smágenta. Í Danmark møtti hon fyri sjey árum síðani føroyska Daniel Zachariassen, sum hon í dag er gift við. Hennara tónleikur hevur verið nógv spældur í Føroyum seinastu árini, og í fjør vann hon donsku sjónvarpskappingina LIVE!.