Jóannes Dalsgaard áttati

Í dag verður Jóannes Dalsgaard, fyrrverandi løgtingsmaður, 80 ár.

Jóannes er ættaður úr Skálavík. Foreldrini vóru Marita, fødd Hentze, og ættað úr Skúvoy, og Hans Jacob Dalsgaard av Mølini í Skálavík.

Longu áðrenn hann í 1960 leyk málsligt studentsprógv, hevði Jóannes verið tvey ár til skips, og eftir at húgvan var komin á høvdið, var hann vikarur, arbeiðsmaður og sjómaður. Jóannes las søgu og franskt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann var virkin í føroyska studentaumhvørvinum, og eftir at hann var liðugur við lesturin, varð hann í 1973 settur í starv sum adjunktur á Føroya Studentaskúla.

Árið eftir, í 1974, vórðu HF skeið sett á stovn í Klaksvík, í Hoydølum og í Suðuroy, og Jóannes var leiðari á HF skeiðnum í Suðuroy fram til 1980, tá ið hann tók við sum landsskjalavørður.

Burtursæð frá einum ári, tá ið hann var rektari í Hoydølum, var Jóannes landsskjalavørður, inntil hann 1. januar 1998 tók við nýggjum starvi sum deildarstjóri á mentanardeildini í Mentamálaráðnum. Hetta var, tá ið mentamáladeildin í Tinganesi og landsskúlafyrisitingin formliga vórðu lagdar saman til táverandi Undirvísingar- og Mentamálastýrið, sum seinni skifti navn til Mentamálaráðið.

Jóannes røkti og myndaði hetta starvið, inntil hann 31. august 2007 legði frá sær. Hann hevði ábyrgd av hægri

útbúgvingum, gransking og mentan. Nógvar broytingar vóru framdar í hansara tíð í Mentamálaráðnum. Eitt nú kann nevnast lóggávan um Mentanargrunn Landsins, Tjóðpall Føroya, nýggja lógin fyri Fróðskaparsetur Føroya, lógin um stuðul til mentan og list, og samanlegging av SvF og ÚF í Kringvarp Føroya, sum eisini fekk eina nýggja og nútímans kringvarpslóg.

Harumframt var Jóannes sera virkin í tí norðurlendska samstarvinum, har hann umboðaði Føroyar í fleiri norðurlendskum serfrøðinganevndum, eitt nú í vísmannabólki norðurlendska ráðharraráðsins, norðurlendska mentanagrunninum og í embætismannanevndini fyri norðurlendskt mentanarsamstarv.

Jóannes umboðaði eisini Føroyar í samráðingum við onnur lond, og leiddi hann eitt nú tær samráðingar við svenskar myndugleikar, sum endaðu við, at Kongsbókin við Seyðabrævinum varð latin Føroyum aftur. Jóannes røkti eisini ­ samstundis sum hann var deildarstjóri í avmarkaðum tíðarskeiðum størvini sum ávikavist settur landsskjalavørður og settur landsantikvarur.

Í mai 1997 vardi Jóannes Dalsgaard sum tann fyrsti Ph. D. ritgerð á Fróðskaparsetri Føroya. Heitið var ”Fylking 75 ár. Ein rannsókn av verkamannarørsluni á Tvøroyri og ein lýsing av málum, menning, skipan og úrslitum hennara – við denti á tíðarskeiðið 1915-1951.”

Umframt hesa slóðbrótandi ritgerðina og so nógvar aðrar greinar um politisk og søgulig evni í føroyskum bløðum og útlendskum tíðarritum, so hevur Jóannes skrivað stuttsøgur í bløðum og tíðarritum, og í 1987 gav hann út yrkingarsavnið Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari.

Jóannes Dalsgaard var valdur á ting á løgtingsvalinum í 1980 fyri Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoyar valdømi. Hann var afturvaldur í 1984. Eftir løgtingsvalið í 1990 var hann eitt skifti á tingi sum varamaður.

Jóannes er giftur Eyðnu f. Ellefsen úr Miðvági. Tey eiga døtrarnar Maritu, ið sjónleikari, Marjuna, sum starvast sum útvarpskvinna í Kringvaprinum, og Kristinu, sum er námsfrøðingur í Dagstovninum í Hoyvík.

Jóannes er burturstaddur á føðingardegnum.