Jóannes Nolsøe: Ein eldsál farin

Fríggjadagin 27/11-2020 andaðist Jóannes Nolsøe, eftir stutta sjúkralegu. Kendur var hann sum lærari, kórleiðari, urguleikari, og mentamaður annars, ið var óførur fyriskipari.

Jóannes Nolsøe var føddur í Vági 24.  Juni 1942 í Vági, sonur Daniel Otto Nolsøe av Tvøroyri og Marnu Ceciliu Alfridu, fødd Dahl, úr Vági.

Jóannes tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967, og var lærari í Tórshavnar Kommunuskúla 1967-83, tá hann fór til Vágs at vera lærari.

Hann var á nógvum skeiðum innan tónleik og las pæd.sem lestur í Trønderlag Musikkonservatorinum í Tróndheimi 1989-91. Hann stjórnaði Kristiliga Sangkórinum í Havn og kirkjukórinum Ljómi í Vági. Hann var urguleikari við Havnar Kirkju og Vágs Kirkju. Í mong ár stóð hann fyri Suðuroyar Musikkskúla.

Fyri eini 20-25 árum síðani gjørdi Jóannes Nolsøe av at taka við avloysarastarvi sum urguleikari, og flutti hann til Skagen, Danmark. Tá hetta var av, stóð nýtt starv sum urguleikari honum í boði nærhendis, har hann hevði verið, og tók hann av, og segði harvið lærarastarvinum farvæl, fyri at starvast sum urguleikari í Danmark.

Mentan sum heild hevði hansara áhuga, og heimbygdina Vág gloymdi hann ongantíð. Hann var virkin í Ruth Smith Savninum, og vitjaði javnan heima, og aloftast skipaði hann fyri ymsum tiltøkum og konsertum.

Mong hava á Facebook skrivað vøkur orð um Jóannes Nosløe, ein teirra er Dennis Holm. Borgarstjórin í Vági skrivar m.a. soleiðis um Jóannes Nolsøe á sinum facebook vanga:

Jóannes var ein av okkara stóru eldsálum og hevði serliga stóran alsk til tónleikin, mentanina og kirkjuna í Vági.

Okur kenna hann øll í leiklutinum sum organist í Vágs kirkju, sum kórleiðari hjá Kirkjukórinum Ljómi, sum fyriskipari av tónleikatiltøkum í Vágs kirkju – og ikki minst hevði Jóannes týðandi leiklut í musikkskúlanum áðrenn hann flutti til Skagen.

Jóannes var eisini ein av undangongu fólkunum, tá megnartøk vórðu tikin við at fáa stovnsett Ruth Smith Savnið – og er í dag av somu orsøk varðveittur ein listarligur skattur í Vági til gleði fyri alt Føroyafólk og eftirkomarar okkara.

Hetta eru nakrir av mongu varðunum, sum standa eftir Jóannes í nærumhvørvinum og kring landið.

Hóast í útlegd í 25 ár, so var Jóannes sjónligur í nærumhvørvinum. Vágur var altíð í hansara tonkum og í hansara hjarta, og hann vitjaði hvørt ár í Vági – og altíð við einum tiltaki ella einum íkasti til lokal samfelagið, tá hann vitjaði.

Nú avgerðin varð tikin um at flyta aftur til Vágs var okkara millum týðugt samskifti um hvussu hann gleddi seg at flyta heimaftur og hevði hann eisini nógvar ætlanir fyri komandi árini.

Hóast løtan er sorgarkend og dagar, sum hesir kennast tungir, so fara okur øll at minnast Jóannes Nolsøe við einum smíli og minnast hann við takksemi fyri tær mongu løturnar hann ríkaði okkum í nærumhvørvinum og ríkaði Føroyaland.

Hvíl í friði góði Jóannes.

----

 

Jóannes Nolsøe var 78 ár, nú hann andaðist.