Jobbe Pilgaard: Kærleikin í Føroyum er undir trýsti

Danin leggur eftir føroysku politikarunum, sum ynskja at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd ikki sleppa at giftast

 

 

 

 

Hans Pilgaard og Jobbe Pilgaard (Michael Stub / Her Og Nu / Ritzau Scanpix)

Hans Pilgaard og Jobbe Pilgaard (Michael Stub / Her Og Nu / Ritzau Scanpix)

- Meðan vit í Keypmannahavn hátíðarhalda rættin at elska tann, mann elskar, so er kærleikin í Føroyum undir trýsti.

Orðini eigur danski Jobbe Pilgaard, sum er giftur kenda sjónvarpsvertinum Hans Pilgaard. Hjúnini vitja javnan í Føroyum, tí teimum dámar so væl her.

Men nú blandar Jobbe seg upp í føroyska valstríðið. Á Facebook leggur hann eftir teimum politisku flokkunum, sum hava ætlanir um at rulla hjúnabandslógina aftur.

- Føroyar eru næststørsti kærleikin í lívi mínum, og tí pínir tað meg at vita, at har eru nakrir føroyingar, sum meina, at tað í teirra landi ikki er pláss til mín kærleika til mín mann. Og tað skerir í mítt hjarta, tá eg hugsi um allar teir samkyndu føroyingarnir, sum hetta fer at raka, skrivar Jobbe Pilgaard, sum ikki skilir, hví summi vilja vera við, at samkynt hjúnaband er synd og í stríð við náttúruna.

- Hjúnarband millum tvey vaksin menniskju, sum elska hvønn annan, er ikki ein synd, forboðin ella eitt fordærv. Kærleikans band er nakað serstakt og vakurt, sum eingin hevur meira rætt at uppliva enn onnur, sigur Jobbe Pilgaard.

Hans Pilgaard og Jobbe Pilgaard (Michael Stub / Her Og Nu / Ritzau Scanpix)