Ólavur fekk 11,3 í miðal

Eitt miðvíst arbeiði liggur aftanfyri, sigur Ólavur Egholm

Ólavur Egholm er 21 ára gamal og er, við 11,3 í miðal, besti HF’arin í ár og harvið eisini besti miðnámsskúlanæmingur í ár.

 

Ólavur Egholm sigur, at høgi miðalkarakterurin ikki er komin við einans at lesa nógv seinastu vikurnar, men at eitt miðvíst arbeiði liggur aftanfyri.

 

- Sum HF’ari visti eg, at eg skuldi upp í øllum, og eg havi tí roynt at tryggja mær eitt so gott grundarlag sum møguligt í øllum lærugreinunum. Og eg havi verið heppin at havt góðar lærarar, ikki bara í Hoydølum.

 

Ólavur fekk ikki minni enn fimm 13-tøl, fýra í munnligum royndum og tað seinasta í høvuðsuppgávuni.

 

Grundarlagið undir góðu karakterunum er lagt frá fyrsta skúladegi. Hann hevur alla tíðina gjørt síni skúlating, og nú heystar hann ágóðan av tí.

 

- Tað ræður um at gera skúlating og at møta upp til tímarnar, sigur hann. Síðan er týdningarmikið at vera væl skipaður í sínum arbeiði, at byrja í góðari tíð, heldur enn í síðstu løtu. Og til seinast, ikki at fjasa alla skúlatíðina. Tað er spill av skattgjaldarans peningi. Ólavur sigur, at tað er týdningarmikið at virða góða møguleikan til ókeypis skúlagongd, vit hava her í Føroyum. Ert tú væl skipaður, so hevur tú eisini tíð til annað enn skúlan, og tað er umráðandi.

 

Ólavur vendir aftur til hetta við skúlatingunum.

- Ein má vera erligur móti sær sjálvum um, hvat ein dugir, sigur hann. Havi eg ikki skilt tekstin, so lesi eg hann eina ferð afturat. Teir flestu tekstir eigur ein at lesa meiri enn einaferð, sigur Ólavur Egholm.

 

Eftir lokna skúlagongd ætlar hann sær nú at arbeiða í eitt ár, áðrenn hann ætlar sær eitt ár á listaskúla. Síðan hevur hann ætlanir um at fara at lesa til arkitekt.

 

Er so neyðugt við so góðum karakterum?

- Tað veldst um, hvønn skúla eg ætli mær á; góðir karakterir gera tað so ikki verri at sleppa inn har, eg ætli mær, sigur Ólavur Egholm at enda.