VÍF hevur kært hálvfinaluna

Longu í hálvleikssteðginum gjørdi VÍF vart við dómaramistak, sum nú skal viðgerast av Aganevndin hjá HSF

 

 

Hendingin, sum málið snýr seg um, stakk seg upp í fyrra hálvleiki. Tá dømdi dómaraparið 3 metur, eftir at Durita Ljósstein varð steðgað í álopsroynd. Durita hevði nøkur orð til dómaraparið, tá hon kom á føtur, og umframt at geva Duritu gult kort, lótu dómararnir eisini Kyndil fáa bóltin og fara í álop.

 

VÍF legði í steðginum protest inn um hendingina, og nú er kæra send Aganevndini hjá HSF. Sum vit hava skilt, so ger Aganevndin skjótt av í málinum, nú sjálv finalan skal spælast longu leygardagin. Partarnir hava fingið hoyringsfreist til í kvøld, og so er spurningurin, um úrskurður verður gjørdur alt fyri eitt, ella um hetta bíðar til í morgin.

 

Ein meginregla innan ítróttadómstólar er, at ein kærunevnd ikki kann broyta dómarans meting. Hinvegin kann Aganevndin áseta nýggjan dyst, um talan er um dómaraavgerð, sum ikki er í tráð við reglurnar, og tað er hetta, sum VÍF vísir á.

 

Samstundis er tó onnur meginregla, sum staðfestir, at verður protest løgd inn, so skal hetta gerast alt fyri eitt. Dómaraborðið eigur tá at gera vart við hetta, og tá hava dómararnir møguleika at bakka spælstøðuna. Í Vestmanna varð protestin tó latin inn í steðginum, og so er spurningurin, um hetta hevur avgerandi ávirkan, tá kæran verður viðgjørd.

 

Les eisini: Skal viðgerast sum skjótast