Jørgen og Annika rúkandi ósamd um lønarhækking

Fíggjarmálaráðharrin er so ónøgdur við sáttmálan sum partakvinnan hevur gjørt við Starvsmannafelagið, at hann hóttir við at vraka sáttmálan

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafeagið hava gjørt sáttmála, sum báðir partar eru væl nøgdir við. Talan er um somu lønarhækking, sum Starvsmannafelagið fekk við Fíggjarmálaráðið.

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn og forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, er eisini nøgd og fegnast um, at kommunurnar kunnu varðveita starvsfólk, sum nú fáa somu løn sum hjá í landsumsitingini.

Jørgen NIclasen hevur heitt á partanar um at vísa hógv í lønarsamráðingunum. Men tað heldur hann ikki, at partarnir hava gjørt.

– Tey halda, at tíðin áðrenn koronu og tíðin aftan á koronu er tann sama. Men tað er hon ikki, segði hann við útvarpið i kvøld.

– Teir almennu kassarnir eru ikki í somu støðu. Samfelagið er ikki í somu støðu. Tí mælti eg til at vísa hógv, og tað hevur man ikki lurtað eftir í hesum sáttmálanum, men hevur heldur valt at skriva undir, tí tað er kommunuval fyri framman. So skrivar man bara undir og blakar tað á borðið hjá landsstýrismanninum, segði Jørgen Niclasen við útvarpið.

Jørgen Niclasen vísti á, at hann hevði heitt á Starvsmannafelagið um at broyta sáttmálan við Fíggjarmálaráðið soleiðis, at tey ikki fingu ta lønarhækking, sum tey fáa 1. november í ár fyri at vísa samfelagssinni.

– Fyri koronu vistu vit, at vit hvødu ein landskassa, sum kom við stórum yvirskoti í ár og næsta ár. Nú eftir koronu vita vit, at vit skulu vænta stór hall í ár og næsta ár.

Í hesum samráðngum hevur man ikki víst hógv. Man skuldi víst stórsinni og komið út við eini lægri lønarhækking – tó ikki lønarlækking. Tað hevði sømt seg bæði kommunalu afbeiðsgrevarunum og fakfeløgunum, segði Jørgen Niclasen.

Fíggjarmálaráðharrin brikslaði samstundis partakvinnu síni, at hon nú heldur, at øll bara skulu hava eina rúgvu av lønarhækkan.

– Vit hava eina aðra tíð í dag, og tað má vísast ábyrgd, og man má kunna skúgva til viks, at tað er kommunuval fyri framman og ikki gera slíkan sáttmála, og so bara blaka bóltin yvir til landsstýrismannin, segði Jørgen Niclasen.