Jørgen Slagter fyllir sjeyti ár í dag

Í dag fyllir kenda havnarmyndin, Jørgen Peter Jørgensen, slaktarameistari í Miklagarði í SMS, sjeyti ár.

Jørgen er dani, men í Føroyum er hann sera kendur og líka gamal sum SMS, tí hann kom til Føroyar at taka sær av slaktaradeildini í stóra matvøruhandlinum í SMS, Superland, sum Miklagarður kallaðist ta fyrstu tíðina, áðrenn Hans Mortensen og onnur fólk, ið høvdu skil fyri føroyskum handilsmáli, góvu handlinum tað meira føroyska navnið »Miklagarður«.

Tá SMS læt upp 2. november í 1977 var Jørgen bara 27 ára gamla. Hann greiddi Sosialinum frá fyri nøkrum árum síðani, at hann ongantíð hevði verið í Føroyum áður, og at tað var eitt sjokk at koma til Føroya fyrstu ferð.

Tey fóru beinanvegin at leggja til rættis, hvussu feskt neytakjøt kundi innflytast úr Danmark og gjørdar vóru serligar kølibingjur at flyta kjøtið í.

– Tað hevur alla tíðina verið málið hjá okkum at hava gott kjøt, segði Jørgen Jørgensen, sum vísti á, at tey nú innflyta kjøt heilt sunnan úr New Zealandi hinu megin klótuna – og tað er fyrsta floks kjøt, sigur hann – kjøt av neytum, sum liva í Guds fríu náttúru, neyt, sum ongantíð hava kent rákan av hvørki kraftfóðuri ella heilivági.

Jørgen er giftur við Birte, sum var við honum í Føroyum tey fyrstu árini, og hon arbeiddi eisini í SMS. Tey eiga tveir synir. Michael, sum er hin yngri, arbeiðir eisini í Miklagarði og hevur arbeitt her í fleiri ár. Hin eldri, sum kallast Henrik, býr og arbeiðir í Danmark sum forritari.

##med2##

Tað hevur ljóðað, at Jørgen Slagter fer at gevast í SMS, nú hann rundar hetta hornið, sum skilst fer hann kortini at hanga í eina tíð afturat – í øllum førum partvís, og tað vóna vit, sum javnan fáa eitt hugnaligt prát við hendan hugfarsliga danska slaktaran, sum gjørdist føroyingur og ein býarmynd í Havn – og ikki minst í SMS.

– Eg gevist ikki sum slaktarameistari í Miklagarði og flyti til Danmarkar, so leingi eg kann vera virkin, segði Jørgen Jørgensen við Sosialin fyri tveimum árum síðani.

Hjúnini eiga hús í Danmark, og Birte er, síðan hon flutti niður aftur til Danmarkar, av og á komin heim til Føroya at loysa av í SMS, eins og Jørgen eisini tekur sær tíð til at verða í Danmark við jøvnum millumbilum. Í Danmark hevur Birte arbeitt í Føtex.

– Jú, eg havi trivist væl í Føroyum, og tað gjørdi kona mín eisini. Gjøgnum so mong ár hava vit eisini vinfólk í Føroyum. Hevði eg ikki trivist so væl her í mínum arbeiði sum slaktarameistari, hevði eg heldur ikki havt verið tað mesta av mínum arbeiðslívi í SMS, segði Jørgen í samrøðu við Sosialin í 2018.

Hann segði eisini, at hann elskar at koma til arbeiðis, og soleiðis hevur hvør einasti dagur verið øll hesi meira enn 40 árini. Tað hevur verið stuttligt øll árini. Tó minnist hann, at handilin hevði avbjóðingar undir kreppuni fyrst í nítiárunum, tá ringar tíðir vóru í Føroyum, og tey júst høvdu havt stóra útbygging í SMS.

– Eg gevist ikki sum slaktarameistari í Miklagarði og flyti til Danmarkar, so leingi eg kann vera virkin, tí í Danmark fái eg ikki tíðina at ganga. Eingin veit, hvussu leingi heilsan verður, og tað nyttar einki at ganga og hugsa um tað, segði tann altíð so fryntligi og hugnaliga slaktarin fyri tveimum árum síðani.

Vit ynskja Jørgeni hjartaliga tillukku á 70 ára føðingardegnum!

Jørgen við grillini í Miðlahúsinum ein summardag, tá skrivað varð í Sosialinum um grillir og um, hvat best var at grilla