Jógvan á Lakjuni sleit orðaskifti á Løgtingi

Hann heldur at ein spurningur frá eini løgtingskvinnu, hoyrir ikki heima í Løgtinginum

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, reisti ein spurning, sum Jógvan á Lakjuni sigur, hoyra ikki heima í Løgtinginum

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, reisti ein spurning, sum Jógvan á Lakjuni sigur, hoyra ikki heima í Løgtinginum

Fyri eini løtu síðani hendi tað óvanliga, at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sleit eitt orðaskifti í Løgtinginum.

Í morgun hava løgtingslimir havt høvi til at seta løgmanni og landsstýrisfólkum spurningar og tí tí sambandi setti eisini Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum ein spurning.

Jørgen Niclasen er eisini formaður Fólkafloksins, og tað, Ingilín Didriksen Strøm vildi hava at vita frá honum, var, um hann kundi avsanna, at Fólkaflokkurin hevði fingið fíggjarligan stuðul frá privatfólki ella fyritøkum í sambandi við valstríðið til løgtingsvalið í fjør.

Hon sigur, at tað hevur verið ført fram, at reiðarar og fyritøkur hava rindað fyri valstríðið hjá Fólkaflokkinum, og henni vitandi er hetta ongantíð avsanna.
Og hon heldur, at tað hevur týdning at vita um nakar politikari á Løgtingi er keyptur til at stuðla ávísum áhugamálum.

Jørgen Niclasen helt ikki, at tað var ætlanin, at møguleikin hjá tingfólki at spyrja landsstýrisfólk og løgmann, skuldi brúkast til spurningar, sum í roynd og veru eru til ein floksformann.

Men hann segði, at roknskapurin hjá Fólkaflokkinum er almennur og har eru ongar aðrar inntøkur enn tær, flokkurin fær til politiska upplýsing á fíggjarlógini og so hevur flokkurin eisini havt nakað av inntøku av at leiga kjallaran í flokshølinum, út, segði hann.

Hinvegin vísti hann á, at Tjóðveldi hevur selt listaverk fyri at fíggja valstríðið, og her sipaði hann til Tjóðveldi.

– Og eg haldi, at ein listamonnum fekk starvsløn. Tað eru annars Tróndur Patursson og Carl Johan Jensen, sum hava staðið fyri listaverkunum, Tjóðveldi hevur selt upp undir nøkur av teimum seinastu løgtingsvalunum.

Og annars hevði Javnaðarflokkurin selt Sosialin og fingið 10 milliónir frá Miðlahúsinum fyri tað – og afturfyri hevur Miðlahúsið síðani fingið miðlastuðul.

Annars helt Jørgen Niclasen fyri, at tjóvur trýr, at hvør maður stjelur, og hann helt, at hesar skuldsetingarnar mugu halda upp at, uttan at prógv verða førd fram ímóti tí, tí heldur hetta fram, fer rættarsamfelagið í knús.

Hann heldur ikki, at nøkur meining er í, at tað er tann, sum verður skuldsettur, sum skal prógva, at hann er ósekur.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, var samdur við Jørgen Niclasen í, at ein slíkur spurningur hoyrir ikki heima á tingsins røðarapalli, og hann ásannaði, at hann skuldi havt steðga orðaskiftinum beinanvegin, spurningurin varð settur.

Men hann tók so avgerð um at steðga orðaskiftinum, so at fleiri tinglimir sluppu ikki at taka orðið í hesum máli.

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, reisti ein spurning, sum Jógvan á Lakjuni sigur, hoyra ikki heima í Løgtinginum