Jógvan á Lakjuni verður løgtingsformaður

Tá Poul Michelsen sum ellisformaður hevur sett tingfundin í dag klokkan 10, verður Jógvan á Lakjuni valdur til løgtingsformann. Tað tykist greitt, nú flokkarnir hava sett persónar á ymsu uppgávurnar.

Nýggi løgtingsformaðurin hevur drúgvar royndir eftir 25 ár í politikki. Fýra ár sum landsstýrismaður og fýra ár sum løgtingsformaður

Nýggi løgtingsformaðurin hevur drúgvar royndir eftir 25 ár í politikki. Fýra ár sum landsstýrismaður og fýra ár sum løgtingsformaður

Jógvan á Lakjuni er royndur í leikum. Hann sat sum løgtingsformaður valskeiðið frá 2011 til 2015. Hann hevur sitið á tingi í 21 ár, var fyrstu ferð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi á løgtingsvalinum 30 apríl í 1998. Jógvan á Lakjuni var landsstýrismaður í mentamálum í fyrru ABC samgonguni frá 2004-2008.

Starvið sum løgtingsformaður er tað tignarligasta starvið í politisku skipanin og tað best lønta starvið eisini. Løgtingsformaðurin fær somu løn sum løgmaður, sum er 85.000 krónur um mánaðin. Harumframt fær løgtingsformaðurin eisini eitt skattafrítt borðfæ upp á 7.500 krónur um mánaðin, sum løgmaður ikki fær, og løgtingsformaðurin tjenar sær eisini tænastumannapensjón, sum løgmaður og landsstýrisfólk ikki gera.

Tænastumannapensjónin gevur løgtigsformanni upp í 39.095 krónur í pensjón frá 60 ella 67 ára aldri og restina av lívinum umframt samhaldsfasta og fólkapensjón.

Nýggi løgtingsformaðurin hevur drúgvar royndir eftir 25 ár í politikki. Fýra ár sum landsstýrismaður og fýra ár sum løgtingsformaður