Jógvan Asbjørn Skaale deyður

Leygardagin bórust deyðsboðini av Jógvan Asbjørni Skaale, fyrrverandi sjónvarpsstjóra. Hann gjørdist 73 ára gamal, nú hann legði árarnar inn.

Jógvan Asbjørn var føddur 19. januar í 1947. Hann var sonur Jóhonnu Matheu og Sigfred Skaale. Hon var av Trøllanesi og hann úr Havn.

Jógvan Asbjørn vaks upp í Rabarbukvarterinum í Havn og búði eisini í barndómsheiminum í Tvørgøtu 4 seinnu árini, og nú hann andaðist.

Jógvan Asbjørn var útbúgving lærari. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975, men starvaðist fyri ta tíð sum læraravikarur á skúlanum á Frúutrøð skúlaárið 1968-69 og á Velbastað í 1970. Hann var við í vanlukkuflogfarinum, sum datt niður í Mykinesi 26. september í 1970, tá hann eisini fekk stóran skaða. Hann man helst vera einasti føroyingur, sum hevur upplivað tvær flogvanlukkur. Tí hann var eisini við í flogfarinum hjá Atlantsflog, sum á sinni fór út av breytini í Vágum, tó at eingin mansskaði hendi.

Jógvan Asbjørn starvaðist sum lærari í Kommunuskúlanum í Havn eftir lokna útbúgving, og hann var ein avhildin lærari.

Hann var kendur frá losjuarbeiðinum í Havn, har hann var virkin í ungdómsarbeiðinum í seksti- og fyrst í sjeytiárunum. Hann var ofta brúktur sum frásøgufólk til serlig tiltøk, eitt nú til ta gintu poppkonsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi í 1979, Poppminnir, sum var eitt afturhvarv til tónleikin í Føroyum frá fimmti- og sekstiárunum. Ein sera væleydnað konsert, sum hugtók okkum ungu, og sum kom út á tveimum kasettubondum og varð nógv spæld, bæði í útvarpi og í heimum kring landið. Eisini var Jógvan Asbjørn kendur og avhildin plátuvendari.

Men mest mundu føroyingar kenna Jógvan Asbjørn sum sjónvarpsmann.

Sjónvarp í Føroyum fekk sítt gjøgnumbrot í 1979, tá fólk í Havn tóku seg saman í Sjónvarpsfelagið, sum fekk í lag at senda sjónvarp. Fyrst í Havn, men seinni kring stóran part av landinum.

Í 1980 vóru boð eftir Jógvan Asbjørni at taka við sum formaður í felagnum, sum fekk so stóra ávirkan á føroyska mentan – nú føroyingar eins og fólk í øðrum londum sluppu at síggja sjónvarp. Ein mentanarkollvelting, sum kom frá fólkinum og ikki frá politikarunum, sum tá høvdu tosað um føroyskt sjónvarp í eini 10 – 15 ár uttan at gera nakað sum helst. Um tað ikki var fyri Sjónvarpsfelagið, so hevði einki alment sjónvarp komið tá – í øllum førum ikki í 1984.

Tá Sjónvarp Føroya so umsíðir varð sett á stovn í 1983, skuldi tað eisini hava ein stjóra. Hvat var tá meira nátúrligt, enn at seta akkurát Jógvan Asbjørn Skaale at standa fyri hesum stóra almenna mentanarbera?

Mangur minnist væl fyrstu tíðindasendinga – royndarsendingina, sum fór í luftina 1. apríl í 1984. Ein, eftir umstøðunum í dag, langdrigin sending, sum tó hevði ta søguliga tíðindainnslagið um eina skattakollveting, sum fór fram sama dag. Tað var tá Tórbjørn Poulsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, trýsti á knøttin sum setti kelduskattaskipanina í verk. Somu skattaskipan, sum vit hava enn tann dag í dag.

Starvið sum sjónvarpsstjóri var fyrstu árini áramálssett í fimm ár. Tvey skeið hevði hann í hesum starvi, og gavst Jógvan Asbjørn sum stjóri í almenna sjónvarpinum í 1993, og harvið endaði tíðin hjá honum sum fjølmiðlamaður, tó at hann vildi tað øðrvísi.

Jógvan Asbjørn var eisini kendur sum listarmaður. Hann málaði og hevði nógvar framsýningar, og mangir málningar hansara hanga í ymsum heimum í Føroyum.

Seinnu árini hevði Jógvan Asbjørn stórar avbjóðingar í lívinum, sum fleiri teirra, sum hildu nógv av honum, uttan iva høvdu ilt við at skilja.

Men vit minnast merkismannin Jógvan Asbjørn Skaale við virðing.

Hví í friði!

 ---

Her sæst brot úr fyrstu tíðindasending í føroyskum sjónvarpi, sum varð send 1. apríl í 1984: TRÝSTIÐ HER 

Her hoyrst prát, sum útvarpsmaðurin Suni Merkistein hevði við Jógvan Asbjørn Skaale í útvarpinum um listaframsýning, sum hann hevði í 2014: TRÝSTIÐ HER