Jógvan fingið nýggja skútu at føra

Nýggja skipið hjá Royal Greenland, Avataq, er nú latið eigarunum og er klárt at fara til fiskiskap.

Skipari er Jógvan Tróndarson í Havn, sum í mong ár hevur siglt sum skipari hjá grønlendska reiðarínum.

Jógvan Tróndarson sigur um skipið, at tað er 83 metrar langt og 18 metrar breitt og hevur 30 eittmanskømur.

##med2##

– Skipið lastar um 1.000 tons av rækjum á plattum, sigur hann.

Høvuðsmotoruin er ein Man, 10.000 hk. Skipið hevur triple trol, sum merkir, at skipið hevur fýra trolspøl og kann fiska við trimum trolum í senn. Umframt rækjur kann skipið eisini royna eftir svartkalva.

##med3##

Skipið bunkar 1,4 milliónir litrar av olju. Tað er bygt á Murueta skipasmiðjuni í Bilbao og teknað hevur Skipsteknisk í Ålesund.

Carsøe hevur gjørt fabrikkina, og spølini eru el-drivin og eru frá Seaonics.

##med4##

Skipið kostar umleið 350 milliónir krónur. Umframt Avataq hevur reiðaríið eisini konstrað ein nýggja Sisimiut. Fyri bæði skipini er prísurin 745 milliónir krónur.

##med5##

##med6##

##med7##

Jógvan Tróndarson í Havn er skipari á nýggja rækjutrolaranum hjá Royal Greenland, »Avataq«