Jógvan Ingvard Olsen níti ár í dag

Í dag fyllir fyrrverandi løg­tings­for­maðurin, Jógvan Ing­vard Olsen, 90 ár.

 

Jógvan Ingvard Olsen var løgtingsmaður í samfull 28 ár. Í dag fyllir hann 90 ár

Jógvan Ingvard Olsen var løgtingsmaður í samfull 28 ár. Í dag fyllir hann 90 ár

Jógvan Ingvard er ætt­að­ur av Toftum, sonur Jens Christian Olsen, fyrr­ver­andi løgtingsmann, og Hel­enu f. Johannesen úr Hval­vík.
Hann var fyrstu ferð vald­ur á ting í 1970 og hevði sæti á tingi til hann gavst og ikki stillaði upp­aft­ur til løgtingsvalið í 1998.
Hann gjørdist løg­tings­for­mað­ur í 1995, tá stýr­is­skip­an­in varð broytt, og ting­for­mans­starvið flutt hægri upp í tign og gjørd­ist fulltíðarstarv við størri ábyrgdum.
Jógvan Ing­v­ard Olsen er fyrsti ting­for­mað­ur, sum eftir løg­tings­val hev­ur stað­ið fyri skip­an av sam­gongu. Ta upp­­gávuna hev­ur fráfarandi løg­tings­for­mað­ur nú sambært stýrisskipanarlógini, eftir val­ið – hó­ast hann ikki er ting­mað­ur í nýggja tinginum.
Soleiðis var tað Jógvan Ing­vard Olsen, sum skip­aði fyri, tá Anfinn Kalls­berg varð valdur til løg­mann eftir valið í 1998, og sum hin fyrsti løg­mað­ur­in setti lands­stýr­is­fólk í starv, sum Løg­ting­ið ann­ars hevði gjørt framm­an­und­an.
Jógvan Ingvard Olsen var kend­ur sum ein sið­i­lig­ur politikari, sum var av­­hildin av politikarum í øllum flokk­um. Hann var ikki kendur fyri at vera í hørðum orðaskifti við síni mót­støðu­fólk, hann leyp ikki fram­av, men var tiltik­in fyri sín siði­liga fram­burð.
Men skuldi okkurt sig­ast, so segði hann tað. Tað gav at bíta á sumri í 1990, tá ó­smeja var millum Jógv­an Ingvard Olsen og Paula Ellefsen um ráð­fiska­být­ið. Tað stríð­ið vann Jógv­­an Ing­­vard Ol­sen, og Pauli Ellefsen legði frá sær sum formaður í Sam­bands­flokk­i­num og still­aði ikki uppaftur til val­ið í ó­tíð, sum var 17. nov­em­ber í 1990.
Jógvan Ingvard er skip­ari og hevur verið vinn­u­lívs­maður. Herfyri varð hann uppkallaður, tá nýggja frystilínuskip­ið á Toftum fekk navnið »Jógv­an I«.
Jógvan Ingvard var giftur við Hildibjørg f. Hansen, sum doyði í 2018.
90 ára dagin heldur Jógv­­an Ing­vard saman við sín­um nærmastu.

Jógvan Ingvard Olsen var løgtingsmaður í samfull 28 ár. Í dag fyllir hann 90 ár