Jógvan Isaksen roynir nakað heilt nýtt

Krimihetjurnar Hannis Martinsson og William Hammer hittast í nýggjari bók

Hannis Martinsson man vera millum kendastu fiktivu persónar í Føroyum, og ivaleyst eru eisini mong, ið kenna William Hammer.

Hannis og William eru høvuðspersónar í krimisøgum, sum Jógvan Isaksen hevur skrivað. Higartil hevur hann skrivað 10 bøkur við Hannisi og 6 bøkur við Williami og hansara skansadeild.

Nú fara Hannis og William at hittast í somu krimibók, tí Jógvan Isaksen situr júst nú og leggur seinastu hond á eina krimisøgu, har bæði Hannis og William eru høvuðspersónar. Hetta er fyrstu ferð, at Hannis og William hittast í einari krimibók.

– Onkur hevur nevnt hendan møguleikan, at Hannis og William skulu vera við í somu søgu, og eg havi hugsað um tað í eina tíð. Nú skrivi eg so eina søgu, har báðir eru við, sigur Jógvan Isaksen við Vikuskiftis-Sosialin.

– Pultispælið verður størri, tá ið tú skalt fylgja tveimum linjum, sum av og á krossast, men stundum fara hvør sín veg. Hetta er í grundini meira krevjandi, enn eg hevði ímyndað mær frammanundan. Eg byrjaði at skriva í summar og hevði roknað við, at eg var liðugur nú, men eg má helst brúka ein mánað afturat at fáa søguna lidna, sigur hann.

Meira kann lesast um nýggju bókina í Vikuskiftis-Sosialinum.