Jógvan Martin verður venjari

JógvanMartinOlsen verður helst venjari, men spurningurin er hvar

JógvanMartinOlsen hevur ikki verið venjari í Effo-deildin hetta kappingarárið. Tó tykist fyri vist, at hann verður venjari komandi kappingarár. Spurningurin er bara um hvar tað verður. Feløg sum ÍF og NSÍ eru nevnd.

 

-       Eg kann siga so mikið sum, at eg eri í dialog við fleiri feløg. So tað er sannlíkt, at eg verið venjari komandi ár, sigur Jógavn MartinOlsen, sum tó ikki vil seta navn á nakað felag.

 

Norðlýsið hevur fleiri ferðir sett hann í samband við ÍF. Sum skilst, so stendur honum í boðið at blíva venjari hjá ÍF. Formaðurin í felagnum, Leif Andre Eliasen, segði fyri kortum við Sosialin, at hann vónaði at kunngera nýggja venjaran á ársveitsluni, sum verður í kvøld.

 

Tað tykist tó ósannlíkt, at JógvanMartinOlsen verður kunngjørdur á ársveitsluni í kvøld.

 

Les eisini:ÍF skal hava nýggjan venjara

 

-       Eg havi bara sett fram nakrar treytir. Fyri meg er tað týdningarmikið, at arbeiði sum venjari gevur meining. At eg havi ein hóp at arbeiða við, og at eg kann flyta felagið rætta vegin, sigur JógvanMartinOlsen.

 

Tað ljóðar somuleiðis, at NSÍ er ein møguleiki, har JógvanMartinOlsen fyrr hevur verið venjari.