Sakligt tjak millum Bethune og Hermansen

(Ljóðbrot) Pete Bethune og Hans Jákup Hermansen vóru ósamdir um grindina, men samdir um óhepna leiklutin hjá Sea Shepherd

Í morgun klokkan 9.15 til 10.05 varð kjak beinleiðis kjak á Rás2 millum kendu umhvørvisstríðsmannin, Pete Bethune og Hans Jákup Hermansen frá Grindamannafelagnum, sum hevur gjørt eitt stórt kunnandi arbeiði tey seinastu mongu árini.

 

Pete og Hans Jákup vóru báðir sakligir og væl orðaðir, men teir seldu tó ikki nakað út í teirra sjónarmiðum, tá tað kemur til sjálvt grindadrápið. Men tað var alla tíðina við virðing. 

 

Teir vóru tó samdir um, at Sea Shepherd hevur eina skaðaliga ávirkan á kjakið um grindadráp. Teir undirstrika eisini báðir, at retorikkurin, og framferðarhátturin hjá Sea Shepherd er oyðileggjandi. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sakliga kjakið millum Pete Bethune og Hans Jákup Hermansen. Ljóðfílan er drúgv, les tí bláu strikuna inn fyrst, áðrenn lurtað verður eftir kjakinum.

 

(Mynd: Rúni Nielsen)