Ítrótturin fær framúr karmar í Runavík

Mentanarleiðarin sær nógvar møguleikar við einari duppulthøll við Løkin

Ítrótturin og mentanin í Runavík fáa framúr góðar karmar, tá tann nýggja Støkk-høllin stendur liðug, og ítróttarhøllin við Løkin er umvæld.

 

Tá fær ítrótturin góðar karmar, umframt, at tiltøk, sum FaroExpo og fólkafundurin fáa góðar karmar av virka undir. Tað staðfestir mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu, Sølvi Reinert Hansen.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Sølva Reinert Hansen í sendingini hjá Rás2 seinnapartin, har ymisk mentanarmál vóru umrødd.