Avtaka fátækramarkið

- Fátækramarkið kann ikki brúkast til nakað í sosialpolitikki, sigur Karen Elleman, ráðharri í almanna- og innanríkismálum.

Almenna fátækramarkið, sum farna javnaðarstjórnin í Danmark ásetti í 2013, verður nú vrakað av Karen Elleman, ráðharra í almanna- og innanríkismálum.

 

Eftir hennara tykki leggur fátækramarkið ov stóran dent á krónur og oyru, tá fátækadømi skal staðfestast.

- Vit kunnu ikki brúka eitt fátækramark til nakað í sosialpolitikkinum, so tí ætli eg mær høvrki at nýta meiri orku á hetta ella yvirhøvur at nýta hana, sigur Karen Ellefsen við Jyllandsposten.

 

Fyrrverandi almannamálaráðharrin, Karen Hækkerup, ásetti markið millum fátøk og láglønt at vera eina inntøku á 103.500 krónur um árið og eina ogn á hægst 100.000 krónur. 

 

Karen Elleman skilir, at hóast hon gevst at nýta fátækramarkið, kann hon ikki forða øðrum politikkarum ella felagsskapum at nýta markið sum málieind.

 

Stjórnin fær nógvar atfinningar fyri avgerð sína. Pernille Rosenkrantz-Theil, framsøgukvinna í almannamálum hjá danska javnaðarflokkinum, ákærir stjórnina fyri at venda teimum fátøku bakið.

- Tað er hent, bara at kunna lata eyguni aftur fyri veruleikanum, men tað, at strika fátækramarkið ger ikki, at fátækadømi hvørvur. Sjálvandi er tað ikki bara talan um pengar, men í kjarnu síni byrjar og endar fátækadømi við, hvør tín fíggjarliga grund er, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil.

 

Til hetta svarar Karen Elleman, at um tey vilja, mugu tey gjarna halda á, at tosa um og brúka fátækramarkið.

- Men tað hjálpir ongum fátøkum, og tað er tað, eg vil, sigur hon.