Johan Dahl hóttir samgonguna

– Fyrst ætli eg mær at tosa við Sambandsflokkin og samgonguna. Og um tað ikki ber á mál, so fari eg at atkvøða fyri málinum í Løgtinginum.

Hetta gjørdi Johan Dahl greitt á Facebook 23. september. Og tann støðan er ikki broytt, upplýsir Johan Dahl fyri in.fo í morgun. Hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar, men vísir til tað, sum hann skrivaði á Facebook.

Og har skrivaði Johan Dahl soleiðis tann 23. september soleiðis:

»Sjálvandi skulu samkynt foreldur og teirra børn javnsetast og hava somu rættindi og sømdir í samfelagnum sum øll onnur. Hetta málið skal loysast!!!«

Men sambært samgongufeløgum hansara, Jenisi av Rana og Bill Jutinussen, so kemur hetta als ikki upp á tal.

Við Sosialin í dag sigur Jenis av Rana, at tað verður ikki broytt eitt komma í hesum málinum, og tað er samgongan samd um. Hann veit, at ósemja er um hetta innanhýsis í Sambandsflokkinum, men tað er eitt mál fyri Sambandsflokkin at loysa, sigur Jenis av Rana.

Bill Justinussen úr Miðflokkinum skrivaði á tráðin hjá Johan Dahl á Facebook, at um Johan Dahl hjálpir andsstøðuni við einum møguligum uppskoti um at javnseta samkynd foreldur við vanlig foreldur, ato er eingin samgonga.

– Longri er tann søgan ikki, sigur Bill Justinussen.