Johan Dahl leggur eina bumbu undir samgonguna

Hann setir seg upp ímóti restini av samgonguni í málinum um rættin hjá samkyndum foreldrum

Tað er nú greitt, at samgongan er farin í tvey um at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur hava.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum allur eru í andstøðu, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva samkyndum foreldrum sama rætt til barsilsfarloyvi, og barsilspening úr barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.

Og nú uppskotið hevur verið til viðgerar í Vinnunevndini, hevur Johan Dahl, sum tingmaður fyri Sambandsflokkin í samgongu, tikið tað heilt óvanliga stigi, at hann fer í part við andstøðuni. Og sostatt tekur hann undir við uppskotinum, og mælir til at tað verður samtykt.

– Í einum vælvirkandi rættarsamfelag í 2021, er tað umráðandi, at allir borgarar fáa somu viðgerð, og eru javnsettir tá ið lógarsmíð verður gjørt, sigur hann. Og hann sigur, at sum fólkavaldur tingmaður kann hann ikki taka undir við, at samgonga ikki vil tryggja, at minnilutar, sum samkynd pør, og børn teirra, fáa somu rættindi til barsilsskipanina, sum restin av borgarum landsin.

– Vit hava eitt sera fjølbroytt og samansett samfelag, og tað er umráðandi, at tað er rúm fyri øllum, eisini samkyndum foreldrum, sum fáa sær børn, og samkyndum foreldrum, sum ættleiða børn, sigur Johan Dahl.

Hann sigur, at í teimum Føroyum, hann vil vera partur av, skulu hesi fólk, og børn teirra, føla seg líka vælkomin at liva og virka sum øll onnur.

Hann minnir eisini á, at Løgtingið hevur samtykt at loyva samkyndum at giftast við teimum rættindum, tað hevur við sær. Og tað var ein avgerð, sum eisini ein partur av Sambandsflokkinum atkvøddi fyri.

Johan Dahl sigur, at í Sambandsflokkinum hava tingfólk altíð havt frælsi til at atkvøða eftir síni egnu sannføring í málum sum hesum. Og tað er á hesum grundarlagi, at hann viðger málið um rættin hjá samkyndum til barsilsgjald og sostatt tekur hann undir við tí.

Hini bæði umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini eru meiri fáorðað. Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen, sum báðir eru í Fólkaflokkinum vísa á, at tað er ein avtala í samgonguni, at lógarbroytingar verða bara samtyktar, tá samgonguflokkarnarnir eru samdir um tað.

– Samgongan hevur onga semju um, at hetta uppskotið skal samtykkjast, og tí taka teir heldur ikki undir við, tí, siga teir.