VB-málverji heldur fram

Serbiskur VB-leikari hevur longt um sáttmálan

Nú er greitt, at ein av útlendsku stuðulsleikarunum hjá kvinnuliðnum hjá VB heldur fram í felagnum.

 

Talan er um serbiska málverjan, Sanja Jevtic, ið eisini verður at síggja í høllini í Vági komandi hondbóltsveturin. Nevndin hjá VB hevur nevniliga kunngjørt, at Sanja hevur longt um sáttmálan, so at hann eisini fevnir um komandi kappingarár.

 

Sanja Jevtic kom til Vágs at spæla hondbólt undan hesum kappingarárinum. Hon hevur roynst sera væl í málinum.