Johan er heimsins ríkasti e-sport íðkari

BBC hevur júst verið á vitjan hjá heimsins ríkasta e-sport íðkara, Johan Sundstein, sum hevur føroysk foreldur

Almenna bretska sjónvarpsstøðin, BBC, hevur í dag lagt út eitt innslag, har tey eru á vitjan hjá Johan Sundstein, sum er heimsins ríkasti e-sport íðkari. Johan Sundstein er uppvaksin í Danmark, men bæði foreldrini eru føroysk. Abbi Johan er fyrrverandi løgmaður Jógvan Sundstein.

Í innslagnum verður vitjað í nýggja heiminum hjá Johan, sum er í Lissabon í Portugal. Talan er um eitt satt marglætishús við ikki færri enn 17 sovikømurum. Sambært BBC hevur Johan Sundstein higartil vunnið ikki minni enn góðar 45 milliónir krónur bara í sonevndum “premiupengum”,  tá ið hann saman við liðfeløgum hevur staðið seg væl í altjóða kappingum.

Spælið, sum Johan Sundstein av fleiri verður mettur sum tann besti í heiminum til, eitur Dota, og talan er um eitt liðspæl, og Johan Sundstein er liðskipari á liðnum, sum verður mett sum tað sterkasta í heiminum.

 

Innslagið hjá BBC sæst her: https://www.bbc.com/news/av/technology-55668397