Joan Joensen 50

Í dag fyllir Joan Joensen í Esbjerg 50 ár. Joan er ættað úr Norðragøtu, men búði í Havn í fleiri ár, áðrenn hon og familjan fluttu til Danmarkar fyri átta árum síðani.

Aftan á skúlan arbeiddi Joan á Klædnavirkinum og á Harenga í heimbygdini. Síðani var hon eina vertíð á Flateyri og í Ólafsvík í Íslandi, og heimafturkomin fór hon at arbeiða í handli, og tað gjørdi hon í mong ár. Fyrst var hon í handlinum hjá Eiler Rasmussen, fotografi í Klaksvík, áðrenn hon flutti til Havnar. Har...