Johanna legði snøggað frá landi

Í dag var tað, at føroysk træskip byrjaðu stóru Danmarkarferðina, ið er í samband við, at Merkið er 100 ár í ár.

Eitt av hesum skipum er sluppin Johanna TG 326, ið hevur heimstað í Vági. Í vikuvís hevur verið atbeitt við at gera hana klára til summarið, eftir ein langan vetur. Og síðstu dagarnar hevur nógv virksemi verið umborð og kring sluppina, ið rættiliga er snøgað, so hon ósmæðin kann ferðast millum hini snøggu træskipini.

Á middegi sást Johanna stevna út eftir Vágsfirði

Leiðin gekk til Havnar, haðani træskipini í felag stevndu út eftir Nólsoyarfirði í dag, eftir lítið hátíðarhald á bryggjuni.

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/news/foeroysk-traeseglskip-leggja-fra-landi-i-dag/