Johanna tikin upp

Vágssluppin Johanna TG 326 varð herfyri tikin upp á bedning á Vágs Skipasmiðju.

Talan er um vanligt viðlíkahald, og at gera sluppina klára til sigling seinni í ár.

Várið, summarið og heystið eru árstíðirnar, har siglt verður við sluppini, bæði við ferðafólki ella stytri túrar. Eisini ger Johanna javnan túrar uttanlands, og tá hvalbingar fara í Lítlu Dímun eftir seyði, er tað vanliga Johanna, sum er álitið.

Sluppin verður gjørd klár til 2020, og ymiskt, sum trongir til at skiftast, verður skift, eittnú plankar, sum hava verið síðani sluppin var nýbygningur, tað vil siga,at teir eru 136 ára gamlir.

##med2##