Johannes Andreas Næs 100 ára minni

Til pápa, verfaðir, abba og langabba okkara, Johannes Andreas Næs,

á 100-ára minningardegi hansara
16. september 2020


Lag: Holli eingil, fylgisveinur mín ...
Aldist upp í Nes eitt fólkaferð,
kvinnur, menn, ein virkisfúsur skari,
eydnusom var teimum dagsins gerð,
um tað mangan strævið var í garði.

Starv sítt víða tey um lívsins pall
intu væl í vinnu og í verki,
kendu samanhald sum lívsins kall
undir felags ættarskjaldramerki.

Saman hjálptust tey við lívsins spæl,
kluvu ymsar vitsins brøttu tindar,
vignaðust í øllum verki væl,
søktu byr, har bestir vóru vindar.

Flestu farin eru frá oss nú,
eftir eru hjá oss vøkur minni,
har vit huga fyrstu fet og bú,
lívsins lag í hjarta várum inni.

Faðir vár vit heiðra her í dag,
nú hans aldardagur myrkur rennur
við hans legu undir grønum flag,
sorgblídni hvør okkar stillur kennir.

Her tey hvíla, sum oss góvu lív,
her vit eiga virðismikla túgvu,
móðir vár og faðirs vakra vív,
minnir góð vit eiga her í rúgvu.

-----
Latið oss so hvørt sum lív várt fer,
okkar eydnuløtur ikki gloyma,
men í hugans afturundirgerð
tær í hjartans loynikømrum goyma.
                                 Vit – øll tíni

##med2##

Johannes Andreas Næs við skrivaraborðið