Skermmynd frá Game of Thrones parti 7 í sesong 6 - Jóhannes Haukur Jóhannesson er í miðjuni

Jóhannes Haukur: Føroyskt blóð í Game of Thrones

Hann traðkaði sínar barnaskógvar í Havn - nú spælir hann saman við fleiri av heimsins bestu sjónleikarum

Skermmynd frá Game of Thrones parti 7 í sesong 6 - Jóhannes Haukur Jóhannesson er í miðjuni

Tað eru lutfalsliga fá, ið kunnu erpa sær við, at tey hava spælt við í víðagitnu sendirøðini Game of Thrones. Men tað kann sjónleikarin Jóhannes Haukur Jóhannesson, sum er hálvur føroyingur og hálvur íslendingur. Hann hevur leiklutin sum tann bersøgni Lem Lemoncloak miðskeiðis í sesong 6.

Hann sleit sínar barnaskógvar í Føroyum síðst í 80'unum og er sera stoltur av sínum føroyska uppruna. Tí presenterar hann seg eisini altíð sum hálvan føroying, og soleiðis verður hann eisini umrøddur, tá miðlarnir skriva um hann.

##med2##

Flogin til Írlands at royna styvlar

Jóhannes Haukur minnist hugtikin aftur á mannagongdirnar í sambandi við upptøkurnar, sum vóru nokkso serstakar og margháttligar. 

- Fyrst flugu tey meg til Írlands fyri at royna klæðini, og eina viku seinni flugu tey meg enn einaferð fyri at royna eitt par av styvlum. Tey komu eftir mær á flogvøllinum, fingu meg at royna styvlarnar, og so sendu tey meg heim aftur. Tað føldist nokkso ørt, eg meini so við… flennir hann og fortelur víðari um, tá hann seinni varð sendur á eitt ríðiskeið í Belfast í sambandi við, at hann í sínum leikluti skuldi ríða á einum hesti.

Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa alla samrøðuna við hálva føroyingin, sum í næstum verður aktuellur í filmum við viðurkendum sjónleikarum sum Vin Diesel, Cate Blanchett, Ian McKellen og Helen Mirren.

Skermmynd frá Game of Thrones parti 7 í sesong 6 - Jóhannes Haukur Jóhannesson er í miðjuni