John Johannesen um sín fyrsta skúladag

Nú sjøtil er settur á enn eitt nýtt skúlaár, hava vit spurt nakrar navnframar føroyingar, hvussu teir minnast aftur á fyrsta dag í fyrsta flokki.

 

– Stuttligt var, at júst tann lærarin, ið tók ímóti mær í fyrsta flokki, seinni gjørdist starvsfelagi mín í Løgtinginum sigur John Johannesen millum annað, tá hann hugleiðir um sína skúlabyrjan

 

 

John Johannessen
Tíðindamaður í Kringvarpi Føroya

Hvussu minnist tú tín fyrsta skúladag?
Satt at siga, so minnist eg ikki so væl fyrsta skúladag. Haldi meg tó minnast, at omma kom við mær í skúla hendan dagin. Tó minnist eg væl, at vit hetta árið vóru níggju næmingar, ið byrjaðu í fyrsta flokki í skúlanum á Leiti í Suðuroynni. So nógvir næmingar høvdu næmingar vóru ongantíð áður byrjaðir í sama flokki í hesum lítla skúlanum.

Hvørja lærugrein dámdi tær best?
Mær hevur altíð dámt best tær samfelagsligu og tær málsligu lærugreinarnar. Best dámdi mær, tá farið var eitt sindur út um vanligu terpanina, og lærarar í staðin góvu sær stundir at fáa orðaskifti í lag um ymisk samfelagsviðurskifti ella um tekstin ella tekstaslagið, ið varð lisið.

Tey fyrstu skúlaárini vóru, sum nevnt, í einum lítlum skúla. Hetta gjørdi, at undirvíst varð fyri ymiskum flokkum samstundis í somu stovu. Tað kundu vera fyrimunir við hesum, tí tað gjørdi, at tú hevði møguleika at fylgja við á hægri floksstigi, um hugurin og evnini vóru til tess. Eisini var tað hugaligt og spennandi viðhvørt at skula hjálpa læraranum við frálæruni til teir yngru næmingarnar.

Í framhaldsdeildini – og seinni eisini á miðnámi – gjørdist tað serstakliga spennandi at arbeiða við miðlum. Hetta var nakað, ið eg hevði havt áhuga fyri áðrenn eg yvirhøvur byrjaði í skúla. Og hetta gjørdist jú eisini seinni mítt livibreyð.


Hvat tímdi tú ikki so væl?
Mær tímdi ongantíð einstáttaða frálæru, har tað bert ráddi um at endurgeva beinleiðis úr lærubókunum. At at terpa og at læra uttan at var heldur ikki nakað, ið eg hevði stóran áhuga fyri. Sum heild dámdi mær ikki so væl, tá rammurnar vóru ov smalar og tað ikki varð hugsað óheft av staklutum. Tann breiðari sjónarringurin fangaði meg heilt einfalt betur.


Er nakar lærari, sum tú minnist serliga væl?
Minnist nógvar lærarar og eri teimum flestu sera takksamur fyri tað, teir løgdu niður í okkum. Serliga fegin eri eg um teir lærarar, ið lærdu okkum at skriva væl og rætt, tá vit komu í framhaldsdeildina.

Stuttligt var tó, at júst tann lærarin, ið tók ímóti mær í fyrsta flokki, seinni gjørdist starvsfelagi mín í Løgtinginum. Tað var fyrrverandi lærarin og tingmaðurin, Hergeir Nielsen.

Les eisini: Hanna Jensen um sín fyrsta skúladag