Johnson: Við ella uttan avtalu - Bretland skal úr ES 31. oktober

Boris Johnson Mynd: Ritzau Scanpix

Boris Johnson Mynd: Ritzau Scanpix

Stríðið um hvør verður næsti forsætisráðharrin í Bretland og leiðari fyri Konservativa flokkin er av álvara byrjað, aftaná at Theresa May, verandi forsætisráðharri og forkvinna, fyrr í dag boðaði frá, at hon leggur frá sær fyrst í næsta mánað.

Millum teirra, ið vóna at taka við eftir Theresu May, er fyrrverandi uttanríkisráðharrin hjá Theresu May, Boris Johnson. Stutt eftir at hon alment boðaði frá, at hon leggur frá sær 7. juni, vakti floksfelagin ans, tá hann í einari røðu á einari ráðstevnu í Sveis, gjørdi greitt, at hann ætlar at taka við leiðsluni av landinum og føra Bretland úr ES 31. oktober. Og tað er líkamikið, um tað tá hevur eydnast at fingið eina avtalu í lag við ES.

- Óansæð um vit hava eina avtalu ella ikki, so fara vit úr ES 31. oktober. Vegurin fyri at fáa eina góða avtalu er at fyrireika seg til onga avtalu, segði hann í røðuni, sambært bretska blaðnum the Independent.

Sambært bretska blaðnum eru ábendingar um, at Boris Johnson er favorittur at taka við eftir Theresu May, tí hann megnar at savna stuðul frá øllum pørtum í flokkinum.

Hóast Theresa May hevur sett eina dagfesting fyri nær hon leggur frá sær, so byrjar tilgongdin at finna ein avloysara fyrst tá hon alment hevur lagt frá sær. Nýggi leiðarin verður valdur við, at tingfólk fyrst atkvøða um hvørji valevnir skulu sleppa til síðsta umfarið, har 125.000 limir hjá Konservativa flokkinum hava valrætt.

Boris Johnson Mynd: Ritzau Scanpix