Jólagávan má ikki kosta meiri enn 700 krónur

Tað er mark fyri hvørjar jólagávur kunnu sendast til Føroyar – bæði hvat viðvíkur prísi og innihaldi

 

 

Á jólum plaga Posta at hava úr at gera, ikki minst kemur nógvur jólapostur til Føroya í hesum døgum.

Men tað er ikki altíð, at jólapakkarnir sleppa undan at rinda mvg og onnur avgjøld.

Taks vísir nevniliga á, at jólagávur, sum verða sendar uttanlands, til Føroyar, skulu lúka ávísar treytir.

Fyri tað fyrsta sigur Taks, at tá ið eingi vinnulig áhugamál eru uppi í, skal tollur og mvg ikki rindast av jólagávum, sum verða sendir frá einum privatpersóni uttanlands, til ein privatpersón í Føroyum. Tað sama er galdandi fyri føðingardagsgávur og aðrar gávur.

Men virðið á gávunum má í mesta lagi vera 700 krónur, tí er virðið størri enn tað, skal mvg og tollur rindast av gávuni.

Taks sigur, at hevur sendarin ikki upplýst, hvussu nógv gávan er verd, gera tey á Taks sjálvi eina meting.

Og verður mett, at gávan er meiri enn 700 krónur verd, kann gevarin antin prógva tað øvugta við eini kvittan, ella skal móttakarin rinda toll og avgjald av tí metta virðinum. Og í ivamálum er tað altíð TAKS, sum ger av, um vøran er tollfí og mvg frí, sigur Taks.

Tað ber til at senda fleiri gávur í sama pakka og tá kann hvør einstøk gáva hava eitt virði upp á 700 krónur. Men tað ber ikki til at senda einar skógvar fyri 1.400 krónur til Føroya, og pakkar teir í hvør sín pakka fyri at sleppa undan at rinda toll og mvg.

Hvør gáva skal nevniliga vera ein samanhoyrandi eind, sum Taks sigur.

Tað er eisini ólógligt at lata rúsdrekka ella tubbaksvørur vera í gávuni, tí Rúsan hevur einkarætt at innflyta rúsdrekka, og bert vinnufyritøkur kunnu innflyta tubbaksvørur.

Keypir tú rúsdrekka á útlendskum nethandlum, ella fært tú tað sendandi frá onkrum, verður tað tikið í tollinum og fyribeint.

Tað sama er galdandi fyri tubbaksvørur. Tubbaksvørur eru sigarettir, sigarir, píputubbak og vatnpíputubbak, ella frukttubbak – men tað er eisini snús.

Annars kunnu fólk eisini keypa alskyns vørur – eisini jólagávur – á útlendskum nethandlum, men kosta tær yvir 300 krónur, tá ið farmagjald, trygging, og annað er við, skal tollur og mvg rindast av vøruni.