Jólasøla fer til gott endamál

Allur ágóði frá jólasøluni á Sjóvarhøvda á Strondum í morgin fer til Alzheimerfelagið.

 

 

Sunnudagin hin 15. desember, sum er í morgin, verður eitt hugnaligt jólatiltak á Strondum, rópt Jól á Sjóvarhøvda.

Henda dagin verður opið á Sjóvarhøvda frá klokkan 16 til 19.

Á Strondum fara tey at selja nýbakaðar vaflur við róma og súltutoyi, rísalamande við kirsubersós, heitt kakao við róma, brendar mandlur, kleynir og ymiskt jólapýði.

Sagt verður av Strondum, at allur ágóði, sum kemur inn frá jólatiltakinum á Sjóvarhøvda, fer til Alzheimerfelagið.