Jólasølan í Virkni byrjar í dag

- Vit fara eisini at hava eina sera hugnaliga kafé hesar dagarnar, jólasølan verður, sigur Súsanna Hovgaard Clementsen, dagligur leiðari í Verkhúsinum Virkni.

 

 

Aftur í ár verður jólasøla í Verkhúsinum Virkni í Berjarbrekku 2 í Havn, har ting og lutir, sum eitt nú hoyra jólunum til, kunnu keypast.

Umframt nógv ymiskt jólaprýði, bæði úr toyi, træi og postalíni, eru eisini ymiskir hondgjørdir brúkslutir, eitt nú skálir, urtapottar, pútur og annað, sum borgarar í Verkhúsinum Virkni og Dagtilhaldinum Ternulág hava gjørt.

Jólasølan í Verkhúsinum Virkni byrjar í dag, hósdagin klokkan 14 og heldur fram til klokkan 18. Í morgin, fríggjadagin, verður sølan eisini opin frá klokkan 14 til 18, og leygardagin hin 16. november verður opið heilt frá klokkan 12 til 18.

- Vit fara eisini at hava eina sera hugnaliga kafé hesar dagarnar, jólasølan verður. Her fara vit at selja heimsins bestu vaflur og rabarbusúltutoy, sum er úr rabarbum, sum vit hava á stovninum, sigur dagligi leiðarin í Verkhúsinum Virkni, Súsanna Hovgaard Clementsen.

##med2##