Jólatræið verður tendrað um náttina

Verður eitt øðrvísi jólatiltak í Havn í ár

Tá íbúgvarnir í Havn koma oman í býin komandi leygardag, verður jólatræið longu tendrað, tí í ár skal jólatræið tendrast um náttina.

Vanliga plagar at vera stórt tiltak leygardag undan desember mánaði, har jólatræið verður tendrað, og nógv fólk koma saman á Vaglinum til eina løtu við jólahugna, jóltræi, jólamonnum og øðrum.

Í ár er kortini neyðugt at gera tað øðrvísi orsakað av koronustøðuni, sigur Barbara Samuelsen, stjóri á Visit Tórshavn.

– Tað verður faktiskt soleiðis, at jólatræið verður tendrað um náttina. Tað verður ikki eitt tiltak á Vaglinum, har øll koma oman í senn, tí har plaga at vera fleiri túsund fólk. Tað er ikki ráðiligt, sigur Barbara Samuelsen.

Heldur enn at øll tyrpa seg saman kring jólatræið, er ætlanin, at fólk skulu koma oman á Vaglið so við og við, sum dagurin líður.

– Vit vilja gjarna, at fólk koma oman at hyggja eftir trænum. Tey skulu bara ikki øll koma klokkan trý, sigur Barbara Samuelsen.

Jólamenninir, sum eru fastur táttur til tendringina av jólatrænum, verða eisini at síggja í býnum, og teir fara at spáka aftur og fram og bjóða karamellur.

– Har hendir nógv í býnum, tað verður bara ikki akkurát tiltakið, sum tað plagar, har øll eru í senn, sigur Barbara Samuelsen.