Jónhild Lindenskov yvirtikið Sorella

Klædnahandilin Sorella í Miðvági hevur fingið nýggjan eigara. Jónhild Lindenskov Við Áir hevur yvirtikið handilin. Hon hevur royndir í klædnahandli, og er sera spent at reka Sorella framyvir

Fráfarandi eigarin, Eyð Ellingsgaard, er takksom fyri góða stuðilin hesi árini síðani handilin lat upp í 2005, ikki minst fyri dygga stuðilin frá fólki vesturi í Vágum, skrivar Sorella á facebookvaganum.

Móttøka við nýggja og fráfarandi eigarunum verður væntandi ein av komandi døgunum.