Jórun avloysir Esther

Vinnuhúsið hevur sett nýggjan ráðgeva í starv

Jórun Gardat

Jórun Gardat

Jórun Gardar er sett í nýtt starv í Vinnuhúsinum, aftaná at Ester Dahl, ið hevur starvast í Vinnuhúsinum í fjúrtan ár, hevur valt at royna aðrar leiðir.

Esther Dahl hevur seinastu fjúrtan árini røkt starvið í Vinnuhúsinum innan arbeiðsmarknaðar- og sáttmálaøkið, umframt at vera ráðgevi hjá reiðarafelagnum fyri Handilsskip, og eru tað hesar uppgávur, ið Jórun Gardar nú fer at umsita.

Meðan Esther Dahl fer at royna nýggjar leiðir, vendir Jórun Gardar aftur til gamlar gøtur. Nýggi ráðgevin var nevniliga í starvi í Vinnuhúsinum fram til 1. juni í ár, tá hon tók við stjórasessinum í Norðoya Kunningarstovu.

Jórun Gardar er kandidatur í samskifti frá Copenhagen Business School, har hon m.a. hevur nomið sær fakligar royndir innan projektstýring og leiðslu, umframt marknaðarføring og strategi.  

Jórun Gardat