Nú er aftur galið á farleiðini um Skopunarfjørð. Hesaferð er tað ikki Teistin, men okkurt stempul í ferjuleguni, sum er fast.

Jósup siglir fyri Teistan

Í løtuni eru tað trupulleikar við ferjuleguni í Skopun sum gera, at Teistin ikki kann sigla.

Nú er aftur galið á farleiðini um Skopunarfjørð. Hesaferð er tað ikki Teistin, men okkurt stempul í ferjuleguni, sum er fast.

 

Tað hevur gingið illa á farleiðini um Skopunarfjørð seinastu dagarnar, og her hava verið nógvar avlýsingar.

Seinasta sunnudag, tá veðrið var sera vánaligt, var eingin sigling um Skopunarfjørð, og bæði í gjár og fyrradagin vóru eisini avlýsingar vegna vánaligt veður.

Aftur seinnapartin í dag eru trupulleikar á farleiðini, men hesaferð er tað hvørki veður - ei heldur strandfaraskipið Teistin - sum elva til, at skipið ikki kann røkja farleiðina í løtuni.

Á Strandfaraskipum Landsins søgdu tey við In.fo fyri løtu síðan, at trupulleikarnir, sum hava staðist seinnapartin í dag, eru við ferjuleguni í Skopun, har Teistin liggur í løtuni.

- Her er okkurt stempul vorðið fast, og tað er Landsverk, sum varðar av sjálvari ferjuleguni. Menn hjá Landsverki fara tískil í Sandoynna við Jósupi nú klokkan 16.30.

Lagt verður aftrat, at tað helst fer at taka einar 3-4 tímar at loysa teir trupulleikar, sum í løtuni eru við ferjuleguni í Skopun.

Jósup fer av Gomlurætt umleið klokkan 16.30, og hann tekur í mesta lagi 50 ferðafólk hvønn túrin.

- Vit fara at royna at fáa Jósup at gera fleiri túrar, men nærri verður at frætta um hetta, tá vit hava verið í samband við manningina, siga tey á Strandfaraskipum Landsins.

 

 

 

Nú er aftur galið á farleiðini um Skopunarfjørð. Hesaferð er tað ikki Teistin, men okkurt stempul í ferjuleguni, sum er fast.